Breyðvirkið yvirtekur Kafe List
Kafe List letur í næstum upp í nýggjum hami við Breyðvirkinum við róðrið
Í fjør lat Kafe List upp á Listasavni Føroya, og við Paname toyminum á odda hevur Listasavnið fingið eitt hugnaligt kafé-umhvørvi í forhøllini, sum gestir okkara kunnu njóta, tá tey eru á vitjan. Vit eru sera fegin um upplatingina av Kafe List, ið hevur verið jaligt og mennandi fyri savnið og samlaðu savnsupplivingina. Fleiri gestir, ið vitja savnið, keypa okkurt leskiligt úr kaféini og nógv hava vitjað fyri at njóta úrvalið av góðum køkum, tvíflísum og kaffi.
Listasavnið takkar Niels og Carinu fyri teirra drívmegi og dirvi at lata upp kafé á savninum. Tað hevur verið ein stór fragd at arbeiða saman við tykkum, og vit ynskja tykkum blíðan byr framyvir!
Samstundis ynskja vit at bjóða Randi og Fríðu úr Breyðvirkinum, ið nú eisini fara at reka Kafe List framyvir, hjartaliga vælkomnum. Vit gleða okkum til samstarvið!
Nærri kunning um upplating av Kafe List kemur um stutta tíð. Komandi dagarnar bjóðar Listasavnið ókeypis kaffi og te til gestir okkara.