Móttøka
Innbjóðing til móttøku í sambandi við stjóraskifti á Listasavninum.
“Hello, Goodbye” sungu The Beatles einaferð.
Í hesum føri er tað eitt sindur øðrvísi. Vit bjóða til eina móttøku, har Listasavn Føroya bjóðar nýggja stjóranum Karina Lykke Grand vælkomnari, og siga farvæl og takk fyri við stjóran tey seinastu átta árini, Nils Ohrt.
Móttøkan verður hósdagin tann 29. august kl. 16 á Listasavninum. Øll eru vælkomin at siga halló og farvæl við teir tveir savnsstjórarnar.
Stýrisformaðurin á Listasavni Føroya, Niels Christian Nolsøe, Nils Ohrt og Karina Lykke Grand bera fram røður. Listasavnið bjóðar ábit.
Vinarliga,
Listasavn Føroya
Samband:
info@art.fo
Listasavnið: 31 35 79
Karina: 21 42 82
Shrovetide mask at the National Gallery of the Faroe Islands
Listasavn Føroya will have a new director
Vetrarjazz at the National Gallery of the Faroe Islands
Merry Christmas - we'll be open again 15 January
Merry Christmas and a Happy New Year! We look forward to welcome you in 2024.
The National Gallery will be open from the 15 January.