Serframsýning: BROT endar
16. januar er seinasti møguleiki at uppliva serframsýningina BROT. 11 føroysk samtíðarlistafólk eru umboðað og 18 verk eru at síggja.
Serframsýningin BROT, sum í løtuni ber til at uppliva á Listasavni Føroya, endar mánadagin 16. januar. Hevur tú enn ikki sæð framsýningina, so hevur tú enn møguleikan! Tá tú keypir atgongumerki til savnið, fært tú eitt ókeypis eintak av framsýningarbóklinginum um serframsýningina BROT. Eisini er møguleiki at ogna sær eina BROT-plakat í okkara handli.
Framsýningin BROT leggur dent á føroyska samtíðarlist í stórum vavi. Listaverkini á framsýningini eru nevniliga fjøltáttað brot úr føroysku samtíðarlistini. Heitið sipar harumframt eisini til frambrot, nýbrot, og tað at bróta frá siðvenjum.
Listaverkini á framsýningini hava tað í felag, at tey rannsaka nýggj úttrykk, nýggja tøkni, ella nýtt tilfar, og at tann siðbundna, naturalistiska endurgevingin av einum ítøkiligum myndevni er slept. Øðrvísi tilfar so sum byggiskúm, mylar, mjólkarpakkar og mangt annað er at síggja á framsýningini, meðan meira siðbundið tilfar so sum oljumáling og ull verður nýtt á ein hátt, ið víkur frá føroysku siðvenjuni.
Listafólkini, ið eru við á framsýningini, eru:
Alda Mohr Eyðunardóttir, Anný Djurhuus Øssursdóttir, Hansina Iversen, Jens Dam Ziska, Jóhan Martin Christiansen, Jón Sonni Jensen, Kirstin Helgadóttir, Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard, Randi Samsonsen, Rannvá Kunoy og Silja Strøm.
Les meira um framsýningina á her <<
Listasavnið er opið mánadagar kl. 11 - 16 og hósdag til sunnudag kl. 11 - 16.