august 13, 2019

Konglig vitjan lýsti Listasavn Føroya upp

Áhugin fyri føroyskari list og listafólkum var ikki at ivast í, tá ið Listasavn Føroya týsdagin var vertur fyri rundvísing í sambandi við óalmennu vitjanina hjá H.K.H. Krúnprins Fríðriki.

Savnsgestirnir á Listasavni Føroya gjørdust bilsnir, tá ið teir týsdag seinnapart kundu síggja H.K.H. Krúnprinsin ganga runt millum gestirnar og forvitin hyggja at listaverkunum á Listasavninum, uttan at vitjanin hjá krúnprinsinum varð kunngjørd frammanundan.

Krúnprinsurin hevur, sum partur av síni óalmennu vitjan í Føroyum, ynskt at vitja Listasavn Føroya aftur og uppliva fjølbroytta savnið av listaverkum umframt at verða dagførdur um tey nýggjastu rákini í føroyskari samtíðarlist. Ein vitjan, sum krúnprinsurin fór til við stórum áhuga, greiðir savnsstjóri Karina Lykke Grand frá.

Krúnprinsurin hevði stóran kunnleika um fleiri myndevni, bæði eldri listaverk og meira nýmótans verk á savninum. Stóri áhugin hjá krúnprinsinum fyri føroyskari list var sera týðiligur í prátinum, sigur Karina Lykke Grand.

Meðan rundvísingin var, vóru tað serliga lýsingarnar hjá listafólkunum av havinum, landslagnum, fjøllunum og føroyskum siðvenjum, eins og tær modernaðu Føroyar, sum hugtóku krúnprinsin.

Tað hevur verið ein stór uppliving at fáa vitjan av krúnprinsinum, og tað var deiligt at síggja, at krúnprinsurin kendi landafrøðina í nógvum myndevnum hjá listafólkunum frá sínum vitjanum í Føroyum. Vit vóna miriliga eisini at kunna bjóða hinum partinum av kongafamiljuni hjartaliga vælkomnari á Listasavn Føroya, sigur Karina Lykke Grand.

mars 22, 2024

Listasavn Føroya lýsir eftir nýggjum stjóra

Starvið sum stjóri á Listasavni Føroya er við hesum leyst at søkja, og ætlanin er at seta stjóran frá 1. juni 2024 at rokna.
Les meira
mars 21, 2024

Páskaklipp á Listasavninum

Í páskafrítíðini hevur Listasavn Føroya opið allar dagar.
Les meira
februar 27, 2024

Fleiri framvísingar av Mikines-donatiónini

Leygardagin 2. mars vera tríggjar framvísingar í listagoymsluni.
Les meira
februar 15, 2024

Nýtt poddvarp um Trónd Patursson

Listasavn Føroya gevur út nýtt poddvarp um føroysk list og listafólk.
Les meira
februar 9, 2024

Fernisering: "Ljós og litir" - Tróndur og Brandur Patursson

Fríggjadagin 16. februar kl. 16 letur upp framsýning.
Les meira
+298 22 35 79
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands
Upplatingartíðir
Tíðarskeiðið 1. novembur - 30. apríl
Mánadag, hósdag til sunnudag kl. 11 - 16.
Týsdag og mikudag er stongt.

(1. hósdag í mánaðinum er opið kl. 11 - 20)

Tíðarskeiðið 1. mai - 31. oktobur
Mánadag - sunnudag kl. 11 - 17


Atgongd
Vaksin: 90 kr.
Lesandi: 25 kr.
Pensjonistar: 70 kr.
Børn og ung undir 20 ár: ókeypis.

Bólkar, min. 12 vaksin: 60 kr. per persón.

Árskort til ein persón: 225 kr.
Árskort til 1+1 - tak ein vin við ókeypis: 300 kr.

Árskort geva ókeypis atgongd til savnið alt árið umframt ókeypis atgongd til rundvísingar, konsertir og tiltøk.
Eisini fært tú 10 % avsláttur á plakatum, bókum og postkortum umframt 10 % avsláttur í 'kafe list'.
+298 22 35 79
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands