August 2, 2019

Listasavn Føroya bjóðar til kaffiprát

Karina Lykke Grand hevur tikið við starvinum sum stjóri á Listasavni Føroya og bjóðar til kaffiprát. Øll eru vælkomin at heilsa uppá og koma við sínum, eisini gjarna við input til framtíðar leiklutin hjá Listasavni Føroya.

Í sambandi við at Karina Lykke Grand hevur tikið við starvinum sum stjóri á Listasavni Føroya, bjóðar Listasavn Føroya til kaffiprát. Eitt óhátíðarligt høvi at práta um virksemi á savninum, at koma við góðum hugskotum ella bert at nýta høvi at heilsa uppá og síggja framsýningarnar.          

Kaffiprát verður týsdag til fríggjadag, 6. til 9. august frá kl. 15 til 17. Í hesum sambandi verður skrivstovan flutt út í kaféina í forhøllini, soleiðis at gott pláss er at heilsa uppá. 

”Eg gleði meg til tær næstu vikurnar og mánaðirnar at hitta øll, ið hava áhuga fyri savninum, at hitta listafólkini í Føroyum umframt gestirnar á savninum. Til kaffiprátið eru vit eisini til reiðar at taka ímóti input, sum partur av framhaldandi arbeiðinum at menna Listasavn Føroya til eitt enn meiri viðkomandi stað fyri gestirnar á savninum. Øll eru hjartaliga vælkomin at heilsa uppá afturvið einum kaffimunni”, sigur Karina Lykke Grand.

Fyrst og fremst er ætlanin at styrkja savnið, sum ein viðkomandi og sjónligan stovn, ið styrkir kunnleikan til føroyska list fyri eini breiðari fjøld. Harumframt er ætlanin at miðla, hvussu visuella listin gjøgnum tíðirnar hevur spælt ein stóran leiklut í menningini av føroyska samleikanum.

Listin hevur eini serlig evni til at fanga sereyðkenni í eini tjóð, sum ikki minst er sjónligt her í Føroyum. Í dag eru Føroyar sermerktar við nógvari list í almenna rúminum, eins og føroyingar hava nógva list hangandi í heiminum í mun til hvat vanligt er í nógvum øðrum evropeiskum londum. Eg gleði meg sera nógv til at bjóða inn til kaffiprát”, sigur Karina.

Nýggi stjórin er í summar flutt til Hoyvíkar saman við familjuni og tekur við starvinum sum stjóri á Listasavni Føroya tann 1. august.

Karina Lykke Grand tekur við eftir Nils Ohrt, sum hevur verið stjóri síðani 2011. Seinni í august verður fráfaringarmóttøka fyri Nils Ohrt.

 

Aðrar upplýsingar:

Listasavn Føroya bjóðar til kaffiprát týsdag til fríggjadag 6.-9. august frá kl. 15 til 17.

Øll eru vælkomin.

Listasavn Føroya er opið hvønn dag frá kl. 11-17 í summarhálvuni.

Samband:

karina@art.fo

Karina: +298 21 42 82

www.art.fo

Gundadalsvegur 9, Tórshavn.

Fakta um nýggja stjóran:

Yrkisleið:

Karina Lykke Grand, 45 ár

·         Frá 1. august 2019 stjóri á Listasavni Føroya

Áðrenn hetta:

·         Magistari í listasøgu frá Aarhus Universitet og Ph.d. í listasøgu sama stað

·         Lektari í listasøgu, Aarhus Universitet

·         Savnsumsjónarfólk á Randers Kunstmuseum, Skovgaard Museet og Trapholt

·         Kurator og ráðgevi fyri ARoS Aarhus Kunstmuseum

·         Nevndarlimur í Randers Kunstmuseum

·         Nevndarlimur í Det danske Institut i Rom

·         Advisory board limur í Nordic Institute of Art

·         Limur í Young Academy of Europa

·         Granskingarleiðari av verkætlanini “Art and the Formation of National Identities”, stuðlað av Det danske        Forskningsråd.

July 16, 2019

The National Gallery of the Faroe Islands has received a 'Certificate of Excellence' for 2019

The National Gallery of the Faroe Islands has been recognized with a 'Certificate of Excellence' for 2019 from TripAdvisor
Les meira
July 10, 2019

The National Gallery of the Faroe Islands launches new website

Welcome to the National Gallery of the Faroe Islands' new website. 

On the new website it is quick and easy to find all helpful information…

Les meira
July 8, 2019

Karina Lykke Grand will be the new director

Karina Lykke Grand is appointed as new director of the National Gallery of the Faroe Islands. Karina takes over as director of the museum from Nils…

Les meira
July 5, 2019

Concert, 21. July 16.00

On sunday July 21 at 16.00 there will be a concert with faroese musicians Edvard Nyholm Debess (bass, vocal) and Leivur Thomsen (guitar) at the Nation…
Les meira
+298 31 35 79
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands
Opening hours
From May 1st - August 31st:
Monday - Sunday 11.00 - 17.00

From September 1st - April 30th:
Tuesday - Sunday 13.00 - 16.00
Closed on Mondays
Admission
Adult: 65 DKK
Student: 25 DKK

Groups, min. 12 adults: 50 DKK per person.
Children under 16: free.
+298 31 35 79
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands