April 21, 2022

Ny Carlsbergfondet stuðlar Listasavni Føroya við stórari upphædd til listainnkeyp

Ny Carlsbergfondet hevur valt at stuðla Listasavni Føroya við eini góðari millión til listainnkeyp. Heili átta nýggj og týdningarmikil verk eftir Sigrun Gunnarsdóttur, Edward Fuglø, Aldu Mohr Eyðunardóttur, Astri Luihn, Brand Patursson, Súsan í Jákupsstovu og Titu Vinther verða nú partur av savninum.

Ny Carlsbergfondet í Danmark stuðlar Listasavni Føroya við eini góðari millión til listainnkeyp. Stuðulin fer til at keypa listaverk eftir Edward Fuglø, Astri Luihn, Aldu Mohr Eyðunardóttur, Titu Vinther, Brand Patursson, Súsan í Jákupsstovu og Sigrun Gunnarsdóttur. Seks av verkunum verða í løtuni sýnd fram á savninum. Stuðulin ger tað møguligt at keypa hesi verkini, soleiðis at tey verða ein fastur partur av samlingini. 

Karina Lykke Grand, stjóri, sigur soleiðis um serstaka stuðulin:

“Vit eru ótrúliga glað fyri, at Ny Carlsbergfondet velur at játta eina so stóra upphædd til at keypa føroyska list. Tað er av stórum týdningi, at Listasavn Føroya leypandi kann leggja nýggj høvuðsverk aftur at samlingini og á henda hátt vísa tað besta av føroyskari list. Stuðulin fer til at keypa stór, týdningarmikil verk, ið øll eru rættiliga nýggj – tey eru frá 2006 til 2022. Fjølbroyttu verkini eru við til at styrkja samlingina og vísa fleiri rák innan føroyska list.”

Seks av verkunum kunnu longu nú upplivast á Listasavni Føroya. Savnið er opið týsdag til sunnudag frá kl. 13-16. Frá 1. mai er opið hvønn dag frá kl. 11-17.

 

LISTAVERK

Edward Fuglø (f. 1965)
Whale-War, 2019.
Blandað tilfar, 200 x 5160 x 160 cm.

Astri Luihn (f. 1949)
Wings and Waves for Queen Dagmar, 2012.

Akrýl á lørift, 200 x 400 cm.

Astri Luihn (f. 1949)
Oceanic View, 2012.
Akrýl á lørift, 160 x 320 cm.

Alda Mohr Eyðunardóttir (f. 1997)
At broyta tað, ið var meiningin, 2020.
Ull, nylon, lín, silki, stáltráður og steinar, 250 x 250 x 300 cm.

Tita Vinther (f. 1941)
Segl, 2006.
Menniskjahár, lín og rustað jarn, 135 x 530 x 400 cm.

Brandur Patursson (f. 1977)
Lívrunnið landslag, 2016.
Video, uppvørpa, glas og stál, 110 x 106 x 110 cm.

Sigrun Gunnarsdóttir (f. 1950)
Fjallið, 2010.
Olja á lørift, 160 x 130 cm.

Súsan í Jákupsstovu (f. 1946)
Varði, 2022.
Tøvd ull og plantuliting, 70 x 70 x 75 cm.


August 1, 2022

Concert: Lyon Hansen (FO)

Sunday 7 August at 5 pm
Les meira
July 26, 2022

The National Holidays at the National Gallery

28 July at 3 pm - Welcome to the St. Olaf’s Exhibition at the National Gallery of the Faroe Islands.
Les meira
July 7, 2022

The Rewilding and Earth Making Tour - Connectedness in Science and Art

On Wednesday 13 July at 5-7 pm: Presentations // Discussions // Exhibition
Les meira
June 30, 2022

Free concert with Kristian Blak on Sunday at 5 pm

On Sunday 3 July at 5 pm there will be a free concert at the National Gallery.
Les meira
June 20, 2022

Exhibition opening: "Fláffy United"

The exhibition opens on Friday 24 June from 4-6 pm.
Les meira
+298 22 35 79
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands
Opening hours
From 1 May - 30 September
Monday - Sunday 11 - 17

From 1 October - 30 April
Tuesday - Sunday 13 - 16
Closed on Mondays

Admission
Adults: 90 DKK
Senior discount ticket: 70 DKK
Students: 25 DKK
Children and young people under 20 years: free

Group discount min. 12 adults: 60 DKK per person

Annual pass for one: 225 DKK
Annual pass 1+1 - bring a friend for free: 300 DKK

The annual pass includes free entrance to the museum as well as free admission to guided tours, concerts and events.

In addition, you get 10 % discount on posters, books and postcards as well as 10 % discount in the museum café.
+298 22 35 79
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands