Gáva frá privatum eigara
Vit eru sera fegin um at kunngera, at Listasavn Føroya hevur móttikið eina stóra gávu frá einum privatum eigara í Danmark. Talan er um eina milliónagávu við heili 8 listaverkum eftir Sámal Joensen-Mikines (1906-79).
Karina Lykke Grand, stjóri, sigur soleiðis um gávuna:
“Vit eru sera takksom fyri hesa stóru gávuna við týdningarmiklum verkum eftir listamannin. Listaverkini eru ein stórsligin gáva til samlingina av Mikines-málningum. Vit gleða okkum til at vísa málningarnar fram fyri gestum okkara, tá savnið letur upp aftur 1. februar.”
Málningarnir eru frá tíðarskeiðnum 1931-62. Myndevnini eru fleiri, sum tit síggja á myndunum. Millum annað eru landslagsmyndir úr bæði Føroyum og Danmark, ein mynd frá eini barr við heitinum “Drykkjuskapur” umframt tveir stórir málningar við kristnum myndevnum.
Exhibition Opening: "The Body"
Shrovetide mask at the National Gallery of the Faroe Islands
Listasavn Føroya will have a new director
Vetrarjazz at the National Gallery of the Faroe Islands
Merry Christmas - we'll be open again 15 January
Merry Christmas and a Happy New Year! We look forward to welcome you in 2024.
The National Gallery will be open from the 15 January.