November 8, 2021

Bókaframløga um verk á Listasavni Føroya

Nils Ohrt, fyrrverandi stjóri á Listasavni Føroya, leggur fram nýggja listabók í Norðurlandahúsinum tann 20. nov. kl. 16. Bókin er um tey trý listafólkini Sámal Joensen-Mikines, Ruth Smith og Ingálv av Reyni.

Listasavnið eigur nógvar týðandi málningar eftir Mikines, Ruth og Ingálv. Hvør av teimum tólv kapitlunum tekur støði í einum høvuðsverki og setir tað og skyld verk í menta- og lista­søguligt samanhang.

Serliga listasøguliga ramman er í fokus. Eitt er tað eyðsædda, at málningarnir hjá teimum trimum listafólkunum hava føroysk motiv. Annað er, at tá tað kemur til sambandið við samtíðarlist og eldri list verða hesi heimligu evni feld inn í ein serstakan málningaheim. Tey verða partar í einum veruleika, sum verkini sjálv og onnur list áseta. Tí eitur bókin Millum Føroyar og málningin.

Bókin er 392 síður til støddar og kemur út á føroyskum og donskum. Nógvar myndir eru í henni, ikki bara eftir hesar tríggjar málararnar, men eisini av mongum listasøguligum parallellum og verkum, sum hava givið íblástur.

Framløgan verður í Norðurlandahúsinum í sambandi við Bókadagarnar. 

Bókin verður henda dagin at fáa fyri serprís. 

Framløgan er ein myndasýning og øll við áhuga fyri føroyskari list og mentan eru hjartaliga vælkomin.

Tiltakið er ókeypis, men tilmelding krevst.
https://tix.fo/fo/nlh/buyingflow/tickets/313/797/

Mál: Danskt

Nils Ohrt er mag.art. í listasøgu og fyrrverandi stjóri á Listasavinum (2011-19).

Listasavn Føroya ynskir Nils Ohrt hjartaliga tillukku við bókini!

April 12, 2024

Exhibition Opening: "The Body"

The new special exhibition, ‘the Body’, opens on Friday, the 19th of April, at 4PM-6PM.
Les meira
February 8, 2024

Shrovetide mask at the National Gallery of the Faroe Islands

8 February - 12 February 2024.
Les meira
February 1, 2024

Listasavn Føroya will have a new director

Karina Lykke Grand lands a major position in Denmark.
Les meira
January 21, 2024

Vetrarjazz at the National Gallery of the Faroe Islands

26 and 27 January: two free concerts
Les meira
December 21, 2023

Merry Christmas - we'll be open again 15 January

Merry Christmas and a Happy New Year! We look forward to welcome you in 2024.

The National Gallery will be open from the 15 January.

Les meira
+298 22 35 79
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands
Opening hours

From 1 November - 30 April
Monday, Thursday to Sunday 11 - 16

(1th Thursday every month 11 - 20)

From 1 May - 31 October
Monday - Sunday 11 - 17






Admission
Adults: 90 DKK
Senior discount ticket: 70 DKK
Students: 25 DKK
Children and young people under 20 years: free

Group discount min. 12 adults: 60 DKK per person

Annual pass for one: 225 DKK
Annual pass 1+1 - bring a friend for free: 300 DKK

The annual pass includes free entrance to the museum as well as free admission to guided tours, concerts and events.

In addition to that, you get 10% discount on posters, books and postcards as well as 10% discount in the museum café.
+298 22 35 79
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands