Listasavn Føroya letur aftur í 3 mánaðir
Vegna umvæling letur savnið aftur frá 1. nov. 2021 – 8. feb. 2022
Listasavn Føroya søkti fyrr í ár um stuðul til at skifta tróðurpláturnar í føstu framsýningini.
Mentamálaráðið hevur játtað at stuðla umvælingini, sum fer í gongd í næstum.
Arbeiðið er mett at taka umleið tríggjar mánaðir.
Karina Lykke Grand, stjóri á Listasavni Føroya, sigur soleiðis um umvælingina:
“Vit eru sera takksom fyri, at Mentamálaráðið hevur játtað stuðul til at fremja neyðugu umvælingina í føstu framsýningini. Vit mugu tíverri lata savnið aftur í tríggjar mánaðir, meðan arbeiðið fer fram, men vit gleða okkum at bjóða gestum aftur á gátt í februar.”
Ætlanin er at lata savnið upp aftur 8. februar 2022 við nýggjum serframsýningum.
Exhibition Opening: "The Body"
Shrovetide mask at the National Gallery of the Faroe Islands
Listasavn Føroya will have a new director
Vetrarjazz at the National Gallery of the Faroe Islands
Merry Christmas - we'll be open again 15 January
Merry Christmas and a Happy New Year! We look forward to welcome you in 2024.
The National Gallery will be open from the 15 January.