Vælkomin á Mentanarnátt
Ókeypis atgongd og rundvísingar á Listasavni Føroya 10. sep. frá kl. 11-20
Vælkomin á Mentanarnátt á Listasavni Føroya!
Ókeypis atgongd er henda dagin og vit bjóða tvær ókeypis rundvísingar í framsýningini “HEIMSTAÐURIN”.
Kl. 17: Rundvísing fyri børn (uml. 30 min.)
Kl. 18: Rundvísing fyri vaksin (uml. 45 min.)
Eisini er møguligt at síggja nýggju framsýningarnar “TÓNAR TAKA SKAP” við Heiðriki á Heygum og “eg sakni alt alla tíðina” við Aldu Mohr Eyðunardóttir.
Børnini eru vælkomin at seta seg við barnaborðið at gera lítlar standmyndir úr modellervoksi ella at royna listaveiðuna.
Opið er frá kl. 11-20 og tað er ókeypis atgongd.
Les meira um framsýningarnar á www.art.fo.
Vælkomin!
Exhibition Opening: "The Body"
Shrovetide mask at the National Gallery of the Faroe Islands
Listasavn Føroya will have a new director
Vetrarjazz at the National Gallery of the Faroe Islands
Merry Christmas - we'll be open again 15 January
Merry Christmas and a Happy New Year! We look forward to welcome you in 2024.
The National Gallery will be open from the 15 January.