August 31, 2021

Framsýningin "Tónar taka skap" letur upp tann 3. sep.

Vælkomin til fernisering tann 3. sep. millum kl. 16-18.

Fríggjadagin 3. september kl. 16 letur framsýningin "TÓNAR TAKA SKAP" upp á Listasavni Føroya.
Fá innlit í listaligu tilgongdirnar frá tónleiki til visuellan samleika hjá fjøllistamanninum Heiðriki á Heygum.

Listaliga arbeiðið hjá HEIÐRIK fevnir um eitt fjølbroytni av háttaløgum innan myndlist, film og tónleik. Í hesi framsýning sleppur tú at trína inn í arbeiðsrúmið hjá HEIÐRIK og koma við á eina ferð handan kreativa hugaheimin.

Fernisering verður fríggjadagin 3. september millum kl. 16-18.

Karina Lykke Grand, stjóri, bjóðar vælkomin og Heiðrik á Heygum fer at siga nøkur orð um framsýningina.

Guðrið Hansdóttir fer at spæla tvey løg og Anthony Charles fer at diska.

Listasavnið bjóðar ábit og drykkjuvørur.

Øll eru hjartaliga vælkomin! 


Sámal Blak, pallsmiður, og Heiðrikur á Heygum hava ment og sniðgivið framsýningina.


FAKTA

Heiðrikur á Heygum (f. 1983)
Listamaður, filmsframleiðari og tónleikari
BA frá Icelandic Academy of Fine Art og leikstjóri frá danska filmskúlanum Super16


Sámal Blak (f. 1983)
Pallsniðgevi
Útbúgvin frá Central St. Martins College of Art & Design


Listasavn Føroya er opið hvønn dag millum kl. 11-17.

Les meira um framsýningina við at trýsta her. 


October 21, 2021

Have you seen the exhibition “Music Takes Shape” yet?

Last call to see the exhibition with multi-artist HEIDRIK is on 31 October.
Les meira
October 20, 2021

Last chance to see the exhibition "i miss everything all the time"

The exhibition is on view until 31 October
Les meira
October 6, 2021

Autumn holiday at the museum!

Welcome to a week full of activities for families
Les meira
October 1, 2021

New works in the museum’s collection!

The museum has acquired a series of 30 photographic works by Ingi Joensen.
Les meira
October 1, 2021

Today we switch to winter opening hours

We will be open between Tuesday and Sunday from 1.00 to 4.00 pm (the museum is closed on Mondays).
Les meira
+298 31 35 79
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands
Opening hours
From 1 October - 30 April:
Tuesday - Sunday 13.00 - 16.00
Closed on Mondays

From 1 May - 30 September:
Monday - Sunday 11.00 - 17.00
Admission
Adults: 90 DKK
Senior discount ticket: 70 DKK
Students: 25 DKK
Children and young people under 20 years: free

Group discount min. 12 adults: 60 DKK per person

Annual pass for one: 225 DKK
Annual pass 1+1 - bring a friend for free: 300 DKK

The annual pass includes free entrance to the museum as well as free admission to guided tours, concerts and events.
+298 31 35 79
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands