juli 8, 2019

Karina Lykke Grand tekur við starvinum sum stjóri á Listasavni Føroya 1. august

Stýrið fyri Listasavn Føroya hevur gjørt av, at Karina Lykke Grand, lektari í listasøgu á universitetinum í Aarhus, verður nýggjur stjóri á Listasavni Føroya. Karina Lykke Grand er 44 ára gomul og hevur frammanundan starvast á Randers Kunstmuseum, Skovgaard Museet og Trapholt. Hon hevur eisini ein ph.d. í listasøgu av universitetinum í Aarhus.

- Føroyska listasøgan er sera spennandi, og samtíðarlistin ger støðugt meira um seg á altjóða pallinum. Vit ætla at gera uppaftur meira vart við bæði ta søguligu listina og samtíðarlistina og haraftrat menna upplivingarnar hjá teimum vitjandi á Listasavni Føroya, sigur Niels Christian Nolsøe, formaður í stýrinum fyri Listasavn Føroya.

Hann vísir á, at Karina Lykke Grand hevur holla fatan av føroysku tjóðini og eyðkennunum hjá føroyskari list og mentan.

- Karina Lykke Grand kann við síni yrkisligu bakgrund seta føroyska list í ein norðurlendskan og evropeiskan samanhang. Hon fer m.a. at leggja dent á, at verkini á Listasavni Føroya verða sýnd fram soleiðis, at framsýningarhættirnar samsvara við nútíðartørvin, sigur Niels Christian Nolsøe.

Karina Lykke Grand ætlar umframt at gera listina sjónligari at varpa ljós á, hvussu stóran týdning myndlistin hevur havt fyri føroyskan samleika og føroyska tjóðarbygging.

- Listasavn Føroya er eitt einastandandi listasavn við nógvum møguleikum. Eg gleði meg saman við stýri og starvsfólkum at seta nýggja kós fyri savnið. Aðalmálið verður at geva teimum vitjandi góðar listaupplivingar og at gera Listasavn Føroya sjónligari uttanlands, m.a. í samstørvum við hini norðurlendsku søvnini, sigur Karina Lykke Grand.

Karina Lykke Grand tekur við sum leiðari á Listasavni Føroya eftir Nils Ohrt. Hon byrjar í starvinum 1. august.

Yrkisleið:

  • Karina Lykke Grand, 44 år
  • Magistari í listasøgu frá Aarhus Universitet og Ph.d. i listasøgu sama stað
  • Lektari í listasøgu, Aarhus Universitet
  • Savnsumsjónarfólk á Randers Kunstmuseum, Skovgaard Museet og Trapholt
  • Kurator og ráðgevi fyri ARoS Aarhus Kunstmuseum
  • Nevndarlimur í Randers Kunstmuseum
  • Nevndarlimur í Det Danske Institut i Rom
  • Advisory board limur í Nordic Institute of Art
  • Limur í Young Academy of Europa
  • Granskingarleiðari av verkætlanini “Art and the Formation of National Identities”, stuðla av Det Danske Forskningsråd
apríl 12, 2024

Fernisering: "Likam" á Listasavni Føroya

Fríggjadagin tann 19. apríl kl. 16:00-18:00 letur nýggja serframsýningin “Likam” upp.
Les meira
mars 22, 2024

Listasavn Føroya lýsir eftir nýggjum stjóra

Starvið sum stjóri á Listasavni Føroya er við hesum leyst at søkja, og ætlanin er at seta stjóran frá 1. juni 2024 at rokna.
Les meira
mars 21, 2024

Páskaklipp á Listasavninum

Í páskafrítíðini hevur Listasavn Føroya opið allar dagar.
Les meira
februar 27, 2024

Fleiri framvísingar av Mikines-donatiónini

Leygardagin 2. mars vera tríggjar framvísingar í listagoymsluni.
Les meira
februar 15, 2024

Nýtt poddvarp um Trónd Patursson

Listasavn Føroya gevur út nýtt poddvarp um føroysk list og listafólk.
Les meira
+298 22 35 79
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands
Upplatingartíðir
Tíðarskeiðið 1. novembur - 30. apríl
Mánadag, hósdag til sunnudag kl. 11 - 16.
Týsdag og mikudag er stongt.

(1. hósdag í mánaðinum er opið kl. 11 - 20)

Tíðarskeiðið 1. mai - 31. oktobur
Mánadag - sunnudag kl. 11 - 17


Atgongd
Vaksin: 90 kr.
Lesandi: 25 kr.
Pensjonistar: 70 kr.
Børn og ung undir 20 ár: ókeypis.

Bólkar, min. 12 vaksin: 60 kr. per persón.

Árskort til ein persón: 225 kr.
Árskort til 1+1 - tak ein vin við ókeypis: 300 kr.

Árskort geva ókeypis atgongd til savnið alt árið umframt ókeypis atgongd til rundvísingar, konsertir og tiltøk.
Eisini fært tú 10 % avsláttur á plakatum, bókum og postkortum umframt 10 % avsláttur í 'kafe list'.
+298 22 35 79
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands