April 29, 2021

Kaos og kosmos í Raritetskabinettinum hjá Ole Wich - Ole Wich um savnaramani, søvn og list

Kundi tú hugsað tær at upplivað raritetskabinettið hjá Ole Wich? Týsdagin 4. mai kl. 19.30 fer Ole Wich at greiða frá listaverkinum Ole Wichs Raritetskabinet, ið er við á Várframsýningini. Eisini fer listamaðurin at hugleiða um, hvussu verkið kann setast í ein mentanarligan og myndlistaligan samanhang.

Tiltakið er ókeypis. Framløgan hjá Ole Wich byrjar kl. 19.30 og tekur umleið 30 min. Síðani verður høvi at hyggja nærri at listaverkinum og seta listamanninum spurningar.


Savnið er opið týskvøldið tann 4. mai frá kl. 19.00-21.00.

 

Ole Wich greiðir frá á donskum.


---

Um verkið og framløguna:


Í 30 ár hevur Ole Wich savnað saman og skrásett lutir, ið nú tilsamans fyltu upp í 19 flytikassar. Listamaðurin hevur valt út lutir, ið á onkran hátt hugtaka ella hava fingið hann at undrast. Hesir lutir verða vístir fram í ‘raritetskabinettinum’ hjá Ole Wich. Lutirnir í kabinettinum eru skipaðir á ein heilt serligan hátt og hesi mannagongd fer Ole Wich at greiða nærri frá.


Raritetskabinettir kenna vit frá 15-1600talinum, tá fúrstar, lærd fólk og ríkir keypmenn fóru at savna saman sjáldsamar og forvitnisligar lutir. Hesir lutirnir hugtóku samlararnar, men kundu eisini geva teimum status. List, náttúra og mentan vórðu savnað og leyst skipað í sama rúmi – í einum mikrokosmosi. Við tíðini mentust hesi kabinettini til kongaligar samlingar og tjóðsøvn við meiri skipaðum sundurbýti av lutum, til dømis samlingar skipaðar eftir søguligum tíðarskeiðum.


Ole Wich fer at greiða frá fyrstu samlingunum av lutum úr náttúruni og teimum kendastu raritetskabinettunum. Eitt av hesum er raritetskabinettið hjá danska læknanum Ole Worm, sum varð brúkt í undirvísingini í náttúruheimspeki á Københavns Universitet. Føroyskar tinnur vóru eisini umboðaðar í hesum kabinettinum, sum Lucas Debes prestur hevði útvegað.


Her er ein leinkja til eitt innslag í Degi og Viku um Raritetskabinettið hjá Ole Wich: https://kvf.fo/netvarp/sv/2021/04/16/210416dvvarframsyning


Vælkomin á Listasavn Føroya!

May 5, 2021

Free concert with 'Kvonn' Sunday 9 May at 16.00

On Sunday 9 May there will be a free concert with 'Kvonn' at the museum
Les meira
April 23, 2021

The Spring Exhibition 2021

The Spring Exhibition is an exhibition held each year at the National Gallery of the Faroe Islands. It is organised by the Faroese Society of Visual A…
Les meira
February 22, 2021

Tattoos of the sea at the National Gallery of the Faroe Islands

Wanted
Of the many hundreds of Faroese men who went to sea in 1950s, 60s and 70s, several returned with at least one tattoo. To…

Les meira
August 14, 2020

MUSIC & ART

The National Gallery of the Faroe Islands is creating new links between art and music. Five bands/musicians have each composed a new track inspired…
Les meira
April 10, 2020

COLOURING BOOK

Faroese artworks for you to colour in
Les meira
+298 31 35 79
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands
Opening hours
From 1 May - 30 September:
Monday - Sunday 11.00 - 17.00

From 1 October - 30 April:
Tuesday - Sunday 13.00 - 16.00
Closed on Mondays

Admission
Adult: 65 DKK
Student: 25 DKK

Groups, min. 12 adults: 50 DKK per person.
Children under 18: free.
+298 31 35 79
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands