Ókeypis rundvísing í Várframsýningini 22. apríl kl. 19.30
Ókeypis rundvísing í Várframsýningini 22. apríl kl. 19.30. Kundi tú hugsað tær at sæð Várframsýningina? Og vilt tú fáa meiri at vita um tey einstøku listaverkini? So ert tú vælkomin til rundvísing í framsýningini.
Hóskvøldið kl. 19.30 verður ókeypis rundvísing í Várframsýningini 2021. 13 ymisk listafólk eru við á framsýningini, og verkini umboða fleiri ymiskar listagreinar. Hetta er eitt frálíkt høvi at hoyra meiri um føroyska samtíðarlist.
Rundvísingin tekur umleið 30-45 min. Savnið er opið hóskvøldið frá kl. 19.00-20.30. Til ber eisini at vitja føstu framsýningina. Tilmelding er ikki neyðug.
Tú kanst eisini hoyra meira um framsýningina í sendingini Nón frá fríggjadegnum: https://kvf.fo/non?sid=122927
Eitt innslag frá framsýningini varð sent í Degi og Viku fríggjakvøldið, tað kann síggjast her: https://kvf.fo/netvarp/sv/2021/04/16/210416dvvarframsyning
Exhibition Opening: "The Body"
Shrovetide mask at the National Gallery of the Faroe Islands
Listasavn Føroya will have a new director
Vetrarjazz at the National Gallery of the Faroe Islands
Merry Christmas - we'll be open again 15 January
Merry Christmas and a Happy New Year! We look forward to welcome you in 2024.
The National Gallery will be open from the 15 January.