Vit sóknast eftir myndum av skipum og bátum
Stóra serframsýningin Havið á Listasavni Føroya bjóðar fleiri enn 100 listaverk, sum lýsa havið og lívið í sjónum á alskyns hátt. Ofta hava myndir av bátum og skipum ein heilt serligan týdning fyri eigaran av listaverkinum - møguliga er myndin av einum skipi, sum onkur í familjuni hevur átt, hevur siglt við, ella at listaverkið í sjálvum sær hevur serstakt virði. Og kring Føroyar eru nógv listaverk, sum hava bátar og skip sum myndevni.
Vit á Listasavni Føroya vilja fegin víðka um Havið við at heita á fólk at senda okkum fotomyndir av listaverkum av skipum og bátum. Á henda hátt kunnu vit vera felags um listaverkini - felags um listina, søgur um myndevnini og sleppa at síggja fotomyndir av verkum, sum annars ikki kunnu síggjast alment. Vit savna allar tær innsendu myndirnar á einum veggi í forhøllini. Øll sum senda inn fáa ókeypis atgongd til Listasavn Føroya. Vit skriva ikki navnið á eigaranum av listaverkinum uttan so, at viðkomandi ynskir hetta.
Soleiðis gert tú:
- Tak eina fotomynd av listaverkinum
- Um tú veitst navnið á listafólkinum ella navnið á bátinum ella skipinum, kanst tú viðmerkja hetta, og um tú hevur eina søgu, ert tú vælkomin at senda hana við.
- Send teldupostin til info@art.fo
Vit prenta myndina og upplýsingar um verkið og heingja tað á ein myndavegg, sum stendur í forhøllini á Listasavni Føroya.
Øll eru vælkomin at vitja, forvitnast og fregnast.
Listasavn Føroya er opið týsdag til sunnudag kl. 13-16.
Today we premiere the museum's very first podcast!
We will grant anyone who submits a photo free admission to the museum and the opportunity to see our major special exhibition, ''The Sea''.
Throughout the Faroe Islands, in both private homes and institutions, there are countless artworks portraying ships and boats.
In many case…