December 1, 2020

Vit sóknast eftir myndum av skipum og bátum

Stóra serframsýningin Havið á Listasavni Føroya bjóðar fleiri enn 100 listaverk, sum lýsa havið og lívið í sjónum á alskyns hátt. Ofta hava myndir av bátum og skipum ein heilt serligan týdning fyri eigaran av listaverkinum - møguliga er myndin av einum skipi, sum onkur í familjuni hevur átt, hevur siglt við, ella at listaverkið í sjálvum sær hevur serstakt virði. Og kring Føroyar eru nógv listaverk, sum hava bátar og skip sum myndevni.

Vit á Listasavni Føroya vilja fegin víðka um Havið við at heita á fólk at senda okkum fotomyndir av listaverkum av skipum og bátum. Á henda hátt kunnu vit vera felags um listaverkini - felags um listina, søgur um myndevnini og sleppa at síggja fotomyndir av verkum, sum annars ikki kunnu síggjast alment. Vit savna allar tær innsendu myndirnar á einum veggi í forhøllini. Øll sum senda inn fáa ókeypis atgongd til Listasavn Føroya. Vit skriva ikki navnið á eigaranum av listaverkinum uttan so, at viðkomandi ynskir hetta.

Soleiðis gert tú:

  1. Tak eina fotomynd av listaverkinum
  2. Um tú veitst navnið á listafólkinum ella navnið á bátinum ella skipinum, kanst tú viðmerkja hetta, og um tú hevur eina søgu, ert tú vælkomin at senda hana við.
  3. Send teldupostin til info@art.fo

Vit prenta myndina og upplýsingar um verkið og heingja tað á ein myndavegg, sum stendur í forhøllini á Listasavni Føroya.

Øll eru vælkomin at vitja, forvitnast og fregnast.

Listasavn Føroya er opið týsdag til sunnudag kl. 13-16.

February 8, 2024

Shrovetide mask at the National Gallery of the Faroe Islands

8 February - 12 February 2024.
Les meira
February 1, 2024

Listasavn Føroya will have a new director

Karina Lykke Grand lands a major position in Denmark.
Les meira
January 21, 2024

Vetrarjazz at the National Gallery of the Faroe Islands

26 and 27 January: two free concerts
Les meira
December 21, 2023

Merry Christmas - we'll be open again 15 January

Merry Christmas and a Happy New Year! We look forward to welcome you in 2024.

The National Gallery will be open from the 15 January.

Les meira
November 27, 2023

Globe of Goodwill 2023

The 2023 Globe of Goodwill (Kærleikskúlan) will be unveiled at the National Gallery of the Faroe Islands, Wednesday, the 29th of November at 2PM
Les meira
+298 22 35 79
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands
Opening hours

From 1 November - 30 April
Monday, Thursday to Sunday 11 - 16

(1th Thursday every month 11 - 20)

From 1 May - 31 October
Monday - Sunday 11 - 17






Admission
Adults: 90 DKK
Senior discount ticket: 70 DKK
Students: 25 DKK
Children and young people under 20 years: free

Group discount min. 12 adults: 60 DKK per person

Annual pass for one: 225 DKK
Annual pass 1+1 - bring a friend for free: 300 DKK

The annual pass includes free entrance to the museum as well as free admission to guided tours, concerts and events.

In addition to that, you get 10% discount on posters, books and postcards as well as 10% discount in the museum café.
+298 22 35 79
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands