LESS IS NORTH
6 september 2019 - 23 februar 2020

Á framsýningini hevur tú høvi at uppliva tað norðurlendska landslagið frá síni vakrastu síðu. Gjøgnum stórar og smáar fotomyndir taka vit teg við á eina ferð til Ísland, Grønland, Danmark og Føroyar. Tú sært útsýni av fjallatindum í mjørka, grøn fjøll, brøtt berg, kavalandsløg og jøklar.

Náttúran kann vera fantastiska vøkur í sjálvum sær, og fotografarnir handan framsýningina stuðla kensluni av at uppliva eitt nærum órørt landslag. Her eru eingin garterandi ferðafólk, ferðamannabussar, ferðsla, dálking ella gangur.

Men náttúran er kortini ikki heilt órørd, tá ið hugt verður gjølla at henni. Í myndunum finna vit skorsteinar á brennistøðum, ferðafólkabátar og eftirgjørd vegskelti. Finnur tú tey eisini?

Hóast myndirnar á framsýningini eru bæriligar og vakrar, siga fleiri listaverk søgur um lív og deyða. Fyri at fáa júst hesar myndirnar í hús hava fotografarnir verið noyddir at klíva upp á høgar fjallatindar, krúpa inn í gosgrýti og smoyggja seg upp á glisnar sandheyggjar tætt við jøklar. Ofta við lívinum í veð.

Ætlanin við myndunum rúmar harafturat tilsipingar til royndir hjá fotografunum við lívi, sjúku og deyða. Á framsýningini er ein nærmynd av einum appilsingulum kirkjugarðsmúri, har lívið einaferð fer at enda. Og frá botninum av einum gosgrýti klætt í kava, endurupplivdi tann íslendski fotografurin lívið hjá sínum ófødda barni fjara burtur.

Framsýningin hevur heitið ”Less is North”, tí at fotomyndirnar hjá teimum trimum listafólkunum eru minimalistiskar í teirra tilgongd til heimin og myndevnini í náttúruni. Einki við at dýkja á. Heitið ”Less is North” rúmar eina heilsan til kenda slagorðið ”Less is More” hjá tí stóra minimalistinum í modernistiskum arkitekturi, Mies van der Rohe. Útsøgnin hjá honum er síðani snarað á skemtiligan hátt av yngri arkitektum: ”Less is a Bore” (Robert Venturi) og ”Yes is More” (Bjarke Ingels). Við Less is North eru vit aftur við útgangsstøðið: Norðurlond avmyndað á ein einfaldan og kulan hátt.

Njótið framsýningina!

Tilbage til udstillinger
+298 22 35 79
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands
Åbningstider
Vinter-åbningstider:
Fra 1. november - 30. april
Mandag, torsdag - søndag kl. 11 - 16
Lukket tirsdag og onsdag.

(1. torsdag i hver måned: kl. 11 - 20)

Sommer-åbningstider:
Fra 1. maj - 31. oktober
Åbent alle dage fra kl. 11 - 17
Inkl. alle helligdage
Entré
Voksne: 90 kr.
Studerende: 25 kr.
Pensionister: 70 kr.
Børn og unge under 20 år: gratis.

Grupperabat: min. 12 voksne: 60 kr. p.p.

Årskort til 1 person: 225 kr.
Årskort til 1+1, tag en ven med gratis: 300 kr.

Årskort giver gratis adgang til museet samt til omvisninger, koncerter og tiltag.
Desuden får du 10 % rabat på plakater, bøger og postkort samt 10 % rabat i museumscaféen 'kafe list'.
+298 22 35 79
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands