RANNVÁ KUNOY Í VETRARSTOVUNI
1 March 2019 - 14 July 2019

Vetrarstovan verður nýtt til skiftandi framsýningar við samtíðarlist. Listafólkið hesu ferð er Rannvá Kunoy (1975).

Listasavnið hevur í 2017 og 2018 fingið tríggjar málningar umframt fýra steinprent hjá Rannvá Kunoy til gávis frá Ny Carlsbergfondet. Listafelag Føroya hevur deponerað ein málning og fýra steinprent á Listasavninum, sum somuleiðis eru komin upp at hanga.

Rannvá Kunoy er útbúgvin frá Royal College of Art í London í 1999 og býr í býnum. Í 2014 fekk hon sítt altjóða gjøgnumbrot við framsýning á Centre Pasqueart í Bienne, Sveis og sølu til Charles Saatchi Collection í London.

Teir fýra málningarnir eru á hesi framsýning eru í ætt við teir, ið hon fekk altjóða viðurkenning fyri. Listakvinnan hevur tó brúkt enn meir av skyggjandi pigmentunum enn fyri fýra árum síðani. Pigmentini gera at abstraktu málningarnir broytast eftir, hvar í rúminum man er. Hóast abstrakta bráið rúma myndirnar eisini teknum og bókstavum, sum tó eru torførir at týða. Óítøkiliga og andaliga lyndið í myndunum verður styrkt av skyggjandi pigmentunum, ið skapa óstøðug ljósbrá og skiftandi litbrigdi.

Back to the exhibition
+298 31 35 79
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands
Opening hours
From September 1st - April 30th:
Tuesday - Sunday 13.00 - 16.00
Closed on Mondays

From May 1st - August 31st:
Monday - Sunday 11.00 - 17.00
Admission
Adult: 65 DKK
Student: 25 DKK

Groups, min. 12 adults: 50 DKK per person.
Children under 16: free.
+298 31 35 79
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands