Bent Restorff (1922-79) er ein óvanligur føroyskur listamaður. Hansara leið móti listini var longri enn hjá flestøllum listafólkum. Hetta var kanska tí, at frítíðarmálarin, sum annars var byggifrøðingur, ongantíð fekk nakra grundleggjandi listaútbúgving. Tað er ikki fyrrenn í 1970-árunum, at yrkismálarin vinnur á áhugamálaranum, sum tó eisini hevði latið listaligar ljósglottar úr hondum áðrenn hetta.
Longu tíðliga varð Bent Restorff lýstur at vera eitt leitandi listafólk. Hann fann heldur ongantíð sín heilt egna listabúna, tí sjálvt tey seinastu tíggju árini av hansara listalívi síggjast óvæntaðar stílbroytingar. Um hetta mundið er Havnin, økini uttanum og serliga havnarlagið høvuðsmyndevni hjá listamanninum, ofta lýst í fleiri verkum á rað sum eitt tema við frábrigdum. Tað var ein heimur, sum hann lýsti bæði naturalistiskt og abstrakt, summar tíðir við denti á eftirgerð, annars við denti á frælsi, men eisini við ymiskum stílfrøðiligum frábrigdum.
Nógvir málingar frá hesum tíðarbilinum eru breitt og hegnisliga skitsaðir, men grovligar og frumkendar lýsingar eru eisini at síggja undir liðini á fínliga og týðiliga málaðum myndum. Av og á fer listamaðurin yvir í reinar abstraktiónir, enntá av geometriskum slag, fyri ikki at tala um tær ekspressionistisku figurímyndingarnar, sum eisini eru at finna bæði
í hansara fyrra og seinna verki.
Tað sama umskiftiliga lagið er eisini galdandi fyri litirnar, har sterkir og heitir litir knappliga koma fram millum teir vanliga bleiku og kaldligu pastelllitirnar, eins og tjúkdin í málingini kann vera ymisk. Í hesari
stilistisku renningini aftur og fram eru eisini týðiligar slóðir eftir onnur føroysk listafólk har Poul Horsdal, Thomas Arge og ikki minst vinmaðurin, Ingálvur av Reyni, eru tær týdningarmestu.
Tá ið tað er sagt, er Bent Restorff samstundis listamaðurin handan nakrar av fínastu koloristisku málningum í føroyskari list. Hesir málningarnir eru eyðkendir av kaldligum yndi og tola at verða bornir saman við tað besta í føroyskari list yvirhøvur.
Samanumtikið ljómar hansara list av frøi um litin í egnum rætti og er ikki bara ein máti at eftirgera náttúruna. Her merkist eisini hansara frígjørda og óskúlaða tilgongd, sum annars eisini førdi til tann allarfyrsta, púra abstrakta málningin í føroyskari list. Á tann hátt var Bent Restorff amatørur í orðsins besta týdningi.






