The Weather Diaries endursagdar
9 April 2021 - 27 June 2021

Í vár verða The Weather Diaries, veðurdagbøkurnar, endursagdar í forhøllini á Listasavni Føroya. The Weather Diaries er ein framsýning, sum tók skap frá 2012-2014, tá listatoymið Sarah Cooper og Nina Gorfer ferðaðust í Íslandi, Føroyum og Grønlandi og pallsettu og tóku myndir av arbeiðinum hjá 12 lokalum sniðgevum. Verkætlanin kannar røturnar í norðurlendskum móta og siga søguna visuelt. Ferðin úrslitaði í eini stórari serframsýning, sum ferðaðist altjóða.

Í Føroyum samstarvaðu Cooper & Gorfer við Barbaru í Gongini og Guðrun & Guðrun. Úrslitið gjørdist sterkar frásøgumyndir við greiðum tilvísingum til mentanararv og søgu. Listaverkini hugleiða um, hvussu nútímans sniðgeving tulkar og endurtulkar siðvenjur, og hvønn leiklut estetikkur hevur í fatan av okkara samleika.

Frá 9. apríl til 27. juni ber til at uppliva The Weather Diaries endursagdar í seks stórum fotomyndum og skulpturum úr ull hjá Guðrun & Guðrun í forhøllini á Listasavni Føroya.

Njót henda filmin, sum greiðir frá verkætlanini og teimum 12 sniðgevunum.

Back to the exhibition
+298 31 35 79
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands
Opening hours
From 1 October - 30 April:
Tuesday - Sunday 13.00 - 16.00
Closed on Mondays

From 1 May - 30 September:
Monday - Sunday 11.00 - 17.00
Admission
Adult: 65 DKK
Student: 25 DKK

Groups, min. 12 adults: 50 DKK per person.
Children under 18: free.
+298 31 35 79
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands