Alda Mohr Eyðunardóttir: "eg sakni alt alla tíðina"
6 August 2021 - 1 November 2021

Alda Mohr Eyðunardóttir sýnir fram í forhøllini á Listasavni Føroya. Ein røð av hugbindandi og fjølbroyttum listaverkum úr ymiskum tilfari so sum bronsu, líni og semitransparentum pappíri verða sýnd fram. Høvuðstátturin í framsýningini er saknur, eins og rakandi og kensluborna heitið vísir á.

Alda Mohr Eyðunardóttir er hugtikin av handarbeiði og brúkar tað á ymiskan hátt í sínari list, bæði við at tilevna tekstilverk við hond og at endurgeva tekstil í øðrum miðlum. Á framsýningini eru millum annað tvær standmyndir úr bronsu. Tann eina standmyndin er ein avstoyping av einari húgvu, sum mamma listakvinnuna hevur bundið. Húgvan hevur verið nógv brúkt, og hon hevur stóran kensluligan týdning fyri Aldu Mohr Eyðunardóttur. Eisini hevur listakvinnan stoypt eitt noða í bronsu. Mótsetningarnir í stoyptu verkunum eru eyðsyndir: bleyta, gamla, siðbundna tilfarið, sum hevur verið brúkt til handverk í øldir, verður stoypt í stórfingnari bronsu, eitt hart tilfar við nógvari tign. Við at stoypa húgvuna og noðað í bronsu, verða tey varðveitt fyri eftirtíðina samstundis sum, at nýtsluvirðið verður oyðilagt. Funktiónin hvørvur, men formurin og søgan eru eftir.

Eitt annað verk á framsýningini er eitt stórfingið verk, sum sveimar undir loftinum. Verkið er vovið úr líni, silki, snøri, ull og stáltráði. Tilfarið hevur nógvar tilsipingar til føroyska mentan og handverk: millum teirra at veva, fiskireiðskap og seyðaull. Men verkið er ikki vovið við nærlagni og neyvleika, sum vovið tekstil oftast er, tí, sum listakvinnan so beinrakin viðgongur, so dugir hon ikki handverkið nóg væl. Men sambært henni kann hetta vera ein fyrimunur, tí verkið verður meira beinleiðis og einfalt. Blandaða tilfarið, skyggjandi litirnir og tann skiftandi tættleikin ger, at verkið sær lætt og sveimandi út samstundis sum, at bygnaðurin og støddin undirstrika eina styrki og tyngd.

Orð spæla ein serstakan leiklut í framsýningini: heitini á verkunum kunnu sigast at vera smáar yrkingar í sjálvum sær. Heitini leggja eitt lag av týdningi aftur at framsýningini og eru við til at knýta verkini saman í eina heild.

Tað er ókeypis atgongd til forhøllina, og øll eru vælkomin at uppliva listaverkini úr fjølbroyttum tilfari, sum prýða forhøllina á Listasavni Føroya.

Hoyr meira um framsýningina í Góðan Morgun Føroyar sendingini frá 6. aug.: https://kvf.fo/netvarp/uv/2021/08/06/alda-lsir-saknin-listasklanum

Vælkomin

 

FAKTA:

Alda Mohr Eyðunardóttir (f. 1997) er fødd og uppvaksin í Tórshavn og gongur á Kongaliga Danska Kunstakademinum í Keypmannahavn.

Hon hevur verið við á fleiri várframsýningum og ólavsøkuframsýningum, og í 2019 hevði hon fyrstu serframsýning sína, “Flakar”, í gomlu Skálabúðini í Tórshavn. Seinasta árið hevur Alda Mohr Eyðunardóttir verið við á framsýningini “Samrøður um mjørka” (2020-2021) á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn.

Framsýningin er at síggja í forhøllini á Listasavni Føroya

Savnið er opið hvønn dag frá kl. 11-17

Framsýningar í forhøllini eru eitt nýtt átak, har listafólk sýna fram í einum livandi og dynamiskum umhvørvi. Nógv fólk vitja forhøllina á Listasavni Føroya. Her ber til at sita og njóta ein heitan munn og kaga í listabøkur, at hittast við vinfólki og hugna sær við familjuni.

Back to the exhibition
+298 31 35 79
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands
Opening hours
From 1 May - 30 September:
Monday - Sunday 11.00 - 17.00

From 1 October - 30 April:
Tuesday - Sunday 13.00 - 16.00
Closed on Mondays

Admission
Adults: 90 DKK
Senior discount ticket: 70 DKK
Students: 25 DKK
Children and young people under 20 years: free

Group discount min. 12 adults: 60 DKK per person

Annual pass for one: 225 DKK
Annual pass 1+1 - bring a friend for free: 300 DKK

The annual pass includes free entrance to the museum as well as free admission to guided tours, concerts and events.
+298 31 35 79
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands