HAVIÐ
6 November 2020 - 5 April 2021

Havið er eitt stórt arbeiðspláss, tann týdningarmesta inntøkukeldan og ríkt fiskatilfeingi. Brúsandi havið er altíð hjástatt, og tað er natúrligt, at fleiri ættarlið av listafólki hava fingið íblástur úr havinum kring okkum. Á framsýningini “Havið” er dentur lagdur á listaverk, ið lýsa bæði fiskimenn, bátar, fisk, dálking og tað duldarfulla í havinum.

Fjøltáttað framsýning
Á framsýningini ber til at uppliva fleiri enn 100 listaverk eftir okkara fremstu listafólk. Stóra serframsýningin savnar eldri og nýggjari list í alskyns tøkni og setur verkini í eina felags rammu – gamlir, siðbundnir málningar av bátum og skipum kunnu upplivast lið um lið við eitt stórt segl úr menniskjahári og einum sjónbandi um kópakonuna. Umframt verk úr savninum hjá Listasavni Føroya eru eisini verk frá stovnum og privatfólki.

Ígjøgnum verkini fáa vit innlit í eitt land, har fiskiskapur hevur verið gjøgnum eina kollveltandi menning í 20. øld: Frá lokalari dagsveiðu í smábáti til hátøkniligar trolarar, ið fara á langferð í mánaðir og fáa ovurstóran fong. Samstundis sum havið er týdningarmikil kelda til tilfeingi, er tað eisini tongt at náttúrukreftum, ið vit ikki hava tamarhald á, ótta og missi. Hugsanin um havið hevur altíð verið umgird av lagnutrúgv, mystikki og virðing, sum eisini sæst aftur í listini.

Stórhavstjóð
Sjógvurin kring Føroyar er eitt stórt havøki. Við eini vídd á 274.000 km2 er havið fleiri ferðir størri enn landaøkið, og tað merkir, at Føroyar eru partur av bólkinum Stórhavstjóðir. At liva av havsins tilfeingi hevur skyldur við sær, og tí er burðardyggur fiskiskapur sentralt evni hjá Stórhavstjóðum: Hvussu kann fiskivinnan lata vera við at oyða havsins tilfeingi? Hvussu kann dálking av heimsins høvum avmarkast? Tí er temað um dálking av heimshøvunum eitt týdningarmikið sjónarmið í framsýningini, ið leggur upp til, at vit fara at hugsa meira um, hvussu vit tryggja lívið í havinum í framtíðini.

Á framsýningini eru verk eftir hesi listafólk: Tita Vinther, Sigrun Gunnarsdóttir, Jack Kampmann, Sámal Joensen-Mikines, William Heinesen, Bárður Jákupsson, Zacharias Heinesen, Rannvá Kunoy, Edward Fuglø, Frida Zachariasen, Ingálvur av Reyni, Rannvá Holm Mortensen, Elinborg Lützen, Janus Kamban, Tróndur Patursson, Jógvan Waagstein, Jóannis Kristiansen, Randi Samsonsen, Jóna Rasmussen, Heiðrik á Heygum, Ingi Joensen, Kári Svensson, Frimod Joensen, Sven Havsteen-Mikkelsen, William Gislander, Steffan Danielsen, William Smith, Fridtjof Joensen, Olivur við Neyst, Poul Horsdal, Torbjørn Olsen, Amariel Norðoy, Bent Restorff, Flora Heilmann, Guðrið Poulsen, Súsan í Jákupsstovu, Astrid Andreasen, Tóroddur Poulsen o.o

 

Miðlapakki við myndum og tíðindaskrivi kann takast niður her

Back to the exhibition
+298 31 35 79
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands
Opening hours
From 1 October - 30 April:
Tuesday - Sunday 13.00 - 16.00
Closed on Mondays

From 1 May - 30 September:
Monday - Sunday 11.00 - 17.00
Admission
Adult: 65 DKK
Student: 25 DKK

Groups, min. 12 adults: 50 DKK per person.
Children under 18: free.
+298 31 35 79
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands