VÁRFRAMSÝNINGIN 2020
6 March 2020 - 1 June 2020

Í ár eru 30 ár síðani fyrstu Várframsýningina. Á Listasavni Føroya verður hetta hátíðarhildið við eini stórari framsýning við fleiri enn 100 listaverkum eftir meira enn 50 listafólkum. Felagið Føroysk Myndlistafólk skipar fyri tí afturvendandi framsýningini, sum á hvørjum vári sýnir fram tað besta av føroyskari list.

Várframsýningin 2020 er býtt í tríggjar partar. Fyrsti parturin er afturlítandi við verkum frá trimum teimum fyrstu Várframsýningunum. Annar parturin er listaverk eftir limunum í Føroysk Myndlistafólk, og triði parturin er útvald listaverk, sum ársins nevnd hevur valt.

1. LIST FRÁ BYRJANINI

Á svalanum í Listaskálanum er eitt stórt úrval av listaverkum frá Várframsýningunum í 1990, 1991 og 1992.

Eitt tekstilverk, sum hongur úr loftinum, bjóðar gestunum vælkomnum á ársins Várframsýning: “Úr søguni” eftir Astrid Andreasen er sett saman av bundnum ermum, sum eru bundnar saman til eitt langt band. Listaverkið er úr tógvi frá Tøting, gamla ullvirkinum í Syðrugøtu og varð sýnt fram á fyrstu Várframsýningini í 1990. Tá ognaði Listasavn Føroya sær verkið, og síðani hevur tað verið ein týdningarmikil partur av savninum, tí at tað viðger bæði lívsins gongd og listaliga menning.

Millum listaverkini á svalanum kanst tú uppliva verk, sum eru gjørd úr hondgjørdum pappíri og plantum og listaverk prentað á avíspappír. Í framsýningarskápunum eru úrklipp úr tíðindabløðum og skráir frá fyrstu framsýningunum.

2. LIST FRÁ LISTAFÓLKUNUM

Í næsta partinum kanst tú uppliva listaverk hjá limunum í felagnum Føroysk Myndlistafólk.

Listafólkini eru bjóðað av í ár á tann hátt, at listaverkini ikki máttu vera størri enn 1x1 metur.

Millum mongu verkini kanst tú uppliva toykollagur, videolist, standmyndir úr viði, grafisk prent og málningar.

3. ÚTVALD LISTAVERK

Eins og siðvenja hevur verið fyri øll árini, loyvir felagið Føroysk Myndlistafólk øllum at senda uppskot til ársins Várframsýning. Fyri at tryggja eitt slag av góðsku verður ein úrvalsnevnd sett, sum velur listaverkini, sum sleppa við á framsýningina.

Soleiðis hevur verið síðani fyrstu Várframsýningina í 1990, og aftur í ár er úrvalsnevndin trý listafólk úr felagnum: Tove Askham, Finleif Mortensen og Ludvík á Brekku. Tey hava lagt seg eftir at velja list hjá listaspírum og at sýna fram fjøltáttaða list. Í hesum partinum av framsýningini kanst tú uppliva fotomyndir, keramik, bundna list, verk á við umframt nógvar málningar.

Til framsýningina er ein faldari við upplýsingum um listafólk, heiti, tilfar og prís.

 

06-03-2020Ludvík á Brekku, KVF

Screenprint: 

Back to the exhibition
+298 31 35 79 (best between 13-16)
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands
Opening hours
From 1 May - 30 September:
Monday - Sunday 11.00 - 17.00

From 1 October - 30 April:
Tuesday - Sunday 13.00 - 16.00
Closed on Mondays
Admission
Adult: 65 DKK
Student: 25 DKK

Groups, min. 12 adults: 50 DKK per person.
Children under 18: free.
+298 31 35 79 (best between 13-16)
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands