Kafé 

Hugnaliga og barnavinaliga kaféin kafe list er í móttøkuni á Listasavninum. Við stóru vindeygunum, ið venda út ímóti vøkru viðarlundini, kennist kaféin á Listasavninum bæði ljós og rúmlig. Kaféin er miðdepil í húsinum og er hjartað, sum knýtir framsýningarhølini saman.

Í 'kafe list' kanst tú keypa vistfrøðiligan bakstur frá Breyðvirkinum, nýbrent kaffi frá Brell, eina lætta máltíð umframt øl og vín.

Í kaféini á Listasavninum kanst tú njóta eina hugnaliga løtu áðrenn ella aftaná eina uppliving á savninum. Ella bara koma ein túr á kafé. Barnafamiljur kunnu seta seg við barnaborðini at gera ymiskt kreativt saman. Eisini ber til at taka bæði kaffi og mat útvið, um tú vilt ganga tær ein túr í viðarlundini ella kanska skalt hyggja eftir einum dysti í Gundadali.

Vit hava eisini eitt úrval av føroyskum tíðindabløðum og listatíðarritum, sum tú kanst blaða í. 

Tað er ókeypis Wi-Fi í kaféini.

Kafe list er opin mándagar kl. 11 - 16 og hósdag - sunnudag kl. 11 - 16.

Vælkomin!


Instagram: @kafelist_

Facebook: /kafelist.fo

TikTok: kafelist.fo

 

Størri bíleggingar

Ynskja tit at gera størri bíleggingar av mati ella øðrum, kunnu tit skriva til breydvirkid@gmail.com 

 

+298 22 35 79
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands
Upplatingartíðir
Tíðarskeiðið 1. novembur - 30. apríl
Mánadag, hósdag til sunnudag kl. 11 - 16.
Týsdag og mikudag er stongt.

(1. hósdag í mánaðinum er opið kl. 11 - 20)

Tíðarskeiðið 1. mai - 31. oktobur
Mánadag - sunnudag kl. 11 - 17


Atgongd
Vaksin: 90 kr.
Lesandi: 25 kr.
Pensjonistar: 70 kr.
Børn og ung undir 20 ár: ókeypis.

Bólkar, min. 12 vaksin: 60 kr. per persón.

Árskort til ein persón: 225 kr.
Árskort til 1+1 - tak ein vin við ókeypis: 300 kr.

Árskort geva ókeypis atgongd til savnið alt árið umframt ókeypis atgongd til rundvísingar, konsertir og tiltøk.
Eisini fært tú 10 % avsláttur á plakatum, bókum og postkortum umframt 10 % avsláttur í 'kafe list'.
+298 22 35 79
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands