Bygningurin

Listasavn Føroya heldur til í einum svørtum bygningi í norðara endanum av Viðarlundini. Rundanum bygningin standa fýra bronsustandmyndir eftir Hans Paula Olsen.

Listasavn Føroya er sett saman av tveimum pørtum, einari framsýningarhøll, Listaskálin, sum varð bygd í 1970 eftir tekningum frá J. P. Gregoriuseen, arkitekti, umframt einum størri parti, sum varð bygdur í 1993 við framsýningarhølum, forhøll og skrivstovum, teknaður av Niels F. Truelsen í samstarvi við Gregoriussen.

Elsti parturin av Listasavni Føroya, Listaskálin, er ein svartmálaður, rektangulerur bygningur við skrátaki og ljósi úr erva. Stóra framsýningarhølið verður í dag brúkt til skiftandi serframsýningar.

Útbyggingin frá 1993, sum rúmar føstu framsýningini, er sett saman av framsýningarskálum í tveimum støddum. Nógvu skjøldrarnir gera, at bygningurin minnir um neyst, meðan bygningurin innandura er merktur av einum einføldum stíli við trægólvi. Gólvið er gjørt úr viði frá eini ódn í 1988, tá ið ein stórur partur av trøunum í Viðarlundini fórust.

Forhøllin bjóðar hentleikar so sum kafé, handil og atgongumerkjasølu. Frá kaféini og gjøgnum nógvu vindeyguni á Listasavninum kann gesturin njóta vakra útsýnið yvir Viðarlundina.

Útbyggingin varð fíggjað við almennum og privatum stuðlum:

Føroya Landsstýri, Tórshavnar Kommuna, Listafelag Føroya, Fossbankin, Bókhandlarin Hans og frú Kate Niclasen - Dronning Margrethe og Prins Henriks Fond, Augustinus Fonden, Beckett-Fonden, Knud Højgaards Fond, Velux Fonden

+298 22 35 79
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands
Upplatingartíðir
Tíðarskeiðið 1. novembur - 30. apríl
Mánadag, hósdag til sunnudag kl. 11 - 16.
Týsdag og mikudag er stongt.

(1. hósdag í mánaðinum er opið kl. 11 - 20)

Tíðarskeiðið 1. mai - 31. oktobur
Mánadag - sunnudag kl. 11 - 17


Atgongd
Vaksin: 90 kr.
Lesandi: 25 kr.
Pensjonistar: 70 kr.
Børn og ung undir 20 ár: ókeypis.

Bólkar, min. 12 vaksin: 60 kr. per persón.

Árskort til ein persón: 225 kr.
Árskort til 1+1 - tak ein vin við ókeypis: 300 kr.

Árskort geva ókeypis atgongd til savnið alt árið umframt ókeypis atgongd til rundvísingar, konsertir og tiltøk.
Eisini fært tú 10 % avsláttur á plakatum, bókum og postkortum umframt 10 % avsláttur í 'kafe list'.
+298 22 35 79
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands