Um Listasavn Føroya

Listasavn Føroya liggur í Tórshavn og er høvuðslistasavn fyri føroyska list. Tað var stovnað í 1989. Undir "Søga" og "Bygningurin" ber til at lesa meira um Listasavnið og arkitekturin.

Savnið er sett saman av umleið 2500 listaverkum, nógv flest málningar, men eisini grafikk, standmyndir, installatiónir og tekstil. Tey elstu verkini eru frá 1830-árunum, og savnið hevur list heilt fram til nútíðina.

Listasavn Føroya hevur innrættað ein stóran part av savninum til ta føstu framsýningina. Her finnur tú listaverk av tí stórfingnu føroysku náttúruni og serstaka landslagnum umsett til myndir. Tú hevur høvi at síggja listaverk, sum endurgeva grønu fjøllini, brøttu bergini, havið, undursamar steinar og klettar, ríkt fuglalív, nógvar seyðir, vakrar og málandi bygdir og ikki minst myndir, sum vísa skiftandi veðurlagið í Føroyum. Myndirnar geva eina greiða kenslu av, at trúgv hevur havt stóran týdning fyri nógv listafólk.

Millum høvuðsverkini hjá Listasavninum er ein totalinstallatión í glasi, sum øll familjan kann fara inn í og fáa kensluna av at sveima mitt á sjónum. Optiskt sært tú 700 metrar niður og upp í installatiónini. Ger teg til reiðar til eina ørandi listauppliving, sum bjóðar tíni hæddarræðslu av. Listaverk gjørd úr føroyskum rossatagli, ein útstappaður føroyskur veðrur og ravnur, og bundin verk úr ull eru serligir gimsteinar í savninum, sum tú ikki kanst uppliva aðra staðni í heiminum.

Listasavn Føroya hevur eisini skiftandi serframsýningar við føroyskum listafólkum - sí "Framsýningar" fyri at síggja skránna.

Nógv ferðandi vitja Listasavn Føroya, ti her kunnu tey stutt og greitt fáa eina savnaða mynd av landinum, náttúruni og landslagnum umbroytt til eitt myndlistaligt skap. 

+298 31 35 79
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands
Upplatingartíðir
Tíðarskeiðið 1. oktober - 30. apríl:
Týsdag - sunnudag kl. 13.00 - 16.00
Mánadag ikki opið

Tíðarskeiðið 1. mai - 30. september:
Mánadag - sunnudag kl. 11.00 - 17.00

Atgongd
Vaksin: 65 kr.
Lesandi: 25 kr.

Bólkar, min. 12 vaksin: 50 kr. pr. persón.
Limir og børn undir 18 ár: ókeypis.
+298 31 35 79
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands