Tíðarskeiðið 1. oktober - 30. apríl:
Týsdag - sunnudag kl. 13.00 - 16.00
Mánadag ikki opið
Tíðarskeiðið 1. mai - 30. september:
Mánadag - sunnudag kl. 11.00 - 17.00
Atgongd við koyristóli
Frá vestaru inngongdini, ið liggur við parkeringsøkið Oman Viðarlund, eru forhøllin og fasta framsýningin lætt atkomulig við koyristóli. Í forhøllini er kafé, handil, vanførisvesi og søla av atgongumerkjum. Fasta framsýningin er í einari hædd og uttan gáttir.
Listasavnið lænir fegin gongugrind og koyristól eftir tørvi. Til ber eisini at læna lættar krakkar, sum kunnu takast við í framsýningarhølunum.
Ein trappa er oman í serframsýningina. Listasavnið bjóðar atgongd til serframsýningina við eini motorriknari lift, sum kann flyta koyristólar upp til 230 kg. Vinarliga vendið tykkum til móttøkua í sambandi við atgongd til serframsýningina.