Persónsdátupolitikkur


Vit í Listasavni Føroya hava stóra virðing fyri persónsupplýsingunum hjá øllum okkara viðskiftafólkum og hava sum aðalmál at verja tær upplýsingar, sum vit hava í varðveitslu. Endamálið við hesum politikki er at lýsa, hvussu vit savna, nýta og goyma tínar persónsupplýsingar, umframt hvussu vit verja hesar upplýsingar og hvussu tú kanst fremja tíni lógarásettu rættindi. Vit taka øll fyrivarni fyri at verja tínar persónsupplýsingar sambært galdandi lóggávu.


Um tú hevur spurningar um okkara viðgerð av persónsupplýsingum, ert tú altið vælkomin at seta teg í samband við okkum. 


Innsavning av persónsupplýsingum

Persónsupplýsingar eru øll sløg av upplýsingum, sum beinleiðis ella óbeinleiðis kunnu eyðmerkja ein fysiskan (livandi) persón, t.d. navn, bústaður, teldupostur og telefonnummar. Tað kann eisini vera t.d. ferðaseðlanummar, passnummar og ymisk sløg av elektroniskum dátum sum IP-nummar, um hesi kunnu knýtast til ein fysiskan persón.

Vit savna persónsupplýsingar á ymsan hátt, men aloftast er tað beinleiðis frá tær.

 

Upplýsingar, sum verða savnaðar í samband við limakort

Tá ið tú upprættar teg sum lim í Listasavni Føroya umvegis heimasíðu okkara ella í móttøkuni á savninum, savna vit persónsupplýsingar frá tær – tað er neyðugt fyri at vit kunnu gera mun á limum og fyri at kunna um nýggj tiltøk. Tá biðja vit m.a. um navn, teldupost, føðingardag og kyn. 


Upplýsingar, sum verða savnaðar í samband við hald av okkara tíðindabrævi

Um tú teknar teg til tíðindabrævið hjá Listasavni Føroya, savna vit títt navn og tín teldupost, so at vit kunnu senda tær tíðindabrævið. Okkara tíðindabræv inniheldur góð tilboð og aðrar upplýsingar, sum eru viðkomandi fyri teg. Tey kunnu eisini innihalda kappingar, spurnablað og lýsingar frá okkara samstarvspørtum.

 

Serlig flokking av persónsupplýsingum (viðkvæmir upplýsingar)

Vit skráseta sum útgangsstøði ikki viðkvæmar persónsupplýsingar. Skuldi hetta sum undantak verið neyðugt, biðja vit um nágreiniligt samtykki til at skráseta viðkvæmar persónsupplýsingar, uttan so, at vit hava skyldu ella lógarásettan rætt til at skráseta viðkvæmar upplýsingar.

 

Viðgerð og goyming av persónsupplýsingum

Øll okkara viðgerð av persónsupplýsingum fer fram sambært galdandi lógarreglum, og er henda viðgerð grundað á fylgjandi:

  • Tú hevur givið okkum samtykki til at brúka tínar persónsupplýsingar til eitt ávíst endamál.
  • Tú hevur gjørt eina avtalu ella umhugsar at gera eina avtalu við okkum um eina tænastu.
  • Tú hevur keypt á einum av okkara heimasíðum.
  • Vit hava løgfrøðiliga skyldu til tess, t.d. sambært:
    • Skattalóggávu
    • Bókhaldslóggávu
    • Persónsdátulóggávu
  • Tað er neyðugt fyri at fylgja einum sjálvstøðugt heimilaðum áhugamáli hjá Listasavni Føroya. Hesi áhugamál kunnu vera hagfrøði ella marknaðarføring.

 

Marknaðarføring

Um tú teknar teg til okkara tíðindabræv, brúka vit tínar persónsupplýsingar til at senda tær tíðindabrævið.

 

Hvussu leingi goyma vit tínar persónsupplýsingar?
Vit goyma tínar upplýsingar, so leingi sum tað er neyðugt í mun til endamálið, sum tíni dátu eru skrásett og verða brúkt til. Vit goyma altíð tínar upplýsingar so leingi vit veita tær eina tænastu ella eina vøru. Tá tíni viðskiftaviðurskifti enda, goyma vit vanliga tínar upplýsingar í 5 ár eftir hetta. Hetta er serliga í samband við at uppfylla okkara skyldur í mun til roknskaparlóggávuna.

 

Víðarilatan av persónsupplýsingum

Vit deila í ávísum førum tínar persónsupplýsingar við triðjapartar. Hetta kann vera við almennar myndugleikar, tá hetta er álagt okkum í galdandi lóggávu, ella við uttanhýsis samstarvspartar, um vit hava títt samtykki, ella vit hava ein lógarásettan rætt til tað.

 

Innlit í tínar persónsupplýsingar

Tú kanst fáa innlit í tínar persónsupplýsingar, sum vit hava skrásettar og brúka, íroknað hvar hesar stava frá, og hvat vit brúka tær til. Tú kanst fáa at vita, hvussu leingi vit goyma tínar upplýsingar, og hvør móttekur upplýsingar um teg, í teimum føri har vit luta tínar upplýsingar í Føroyum og uttanlands. Tín rættur til innlit kann tó vera avmarkaður við lóg ella skerdur í tann mun títt innlit ger seg inn á rættin hjá øðrum.


Rætturin til at mótmæla 

Í summum førum hevur tú rætt til at mótmæla okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum.

 

Rætt til at biðja um rætting, striking ella steingjan

Tú kanst biðja um at fáa rættað, strikað ella stongt persónsupplýsingar, sum eru rangar, villleiðandi ella eru viðgjørdar ímóti lóg ella ásetingum heimilaðum í lóg.


Afturkalling av samtykki

Tú kanst til eina og hvørja tíð afturkalla eitt samtykki. Gev gætur, at um tú afturkallar eitt samtykki, eru vit møguliga ikki før fyri at veita tær eina ávísa tænastu.

Gev gætur, at vit eisini halda fram við at brúka tínar persónsupplýsingar t.d. fyri at yvirhalda eina avtalu, ið vit hava gjørt við teg, ella um vit hava ein lógarásettan rætt til at gera so.

Tað kunnu vera treytir ella avmarkingar til hesi rættindi, alt eftir serstøku viðurskiftunum.


Samband og kærumøguleikar 

Tú ert altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum, um tú hevur spurningar um tíni rættindi og hvussu vit skráseta og brúka tínar persónsupplýsingar. Tú kanst seta teg í samband við okkum soleiðis:


Teldupostur: info@art.fo

Listasavn Føroya

Gundadalsvegur 9

100 Tórshavn

Tlf.: +298 223579


Um tú ynskir at kæra um okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum, kanst tú senda kæru inn til Dátueftirlitið:

 

Teldupostur: dat@dat.fo

Dátueftirlitið

Postsmoga 300

Tinganes

110 Tórshavn

Tlf.: +298 309100 

+298 22 35 79
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands
Upplatingartíðir
Tíðarskeiðið 1. novembur - 30. apríl
Mánadag, hósdag til sunnudag kl. 11 - 16.
Týsdag og mikudag er stongt.

(1. hósdag í mánaðinum er opið kl. 11 - 20)

Tíðarskeiðið 1. mai - 31. oktobur
Mánadag - sunnudag kl. 11 - 17


Atgongd
Vaksin: 90 kr.
Lesandi: 25 kr.
Pensjonistar: 70 kr.
Børn og ung undir 20 ár: ókeypis.

Bólkar, min. 12 vaksin: 60 kr. per persón.

Árskort til ein persón: 225 kr.
Árskort til 1+1 - tak ein vin við ókeypis: 300 kr.

Árskort geva ókeypis atgongd til savnið alt árið umframt ókeypis atgongd til rundvísingar, konsertir og tiltøk.
Eisini fært tú 10 % avsláttur á plakatum, bókum og postkortum umframt 10 % avsláttur í 'kafe list'.
+298 22 35 79
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands