Hans Pauli Olsen: Spegilsmynd (1990-92)

Bronsa, h. 400 cm. Gáva frá Listafelagi Føroya

Tað er nakað gandakent við speglingum, ikki minst í hesari standmyndini. Bæriliga barnakonan er endurtikin á høvdinum. Sum áskoðarar hyggja vit eftir tí naknu barnakonuni og sleppa ordiliga tætt at speglingini. Tá síggja vit, hvussu listamaðurin hevur arbeitt við leirinum, sum hann upprunaliga hevur formað standmyndina úr. Stoffkendi yvirflatin og týðiligu fingramerkini birta lív og persónligheit í standmyndirnar. Hans Pauli Olsen leggur stóran dent á, at undirstøðið á standmyndunum, sokkulin, er ein partur av standmyndini. Her líkist sokkulin einum kletti, men um so er, síggja vit bert speglingina av klettinum.

Hans Pauli Olsen: Omaná og undir vatninum (1986)

Bronsa, h. 300 cm. Gáva frá Listafelagi Føroya

Ein strektur kvinnukroppur sprettur beint upp í himmalin úr einum grótskapilsi. Hans Pauli Olsen arbeiðir ofta við stórum muni á stødd og lutfalli í eini og somu høggmynd, eins og vit síggja her. Niðara helvtin av kroppinum er í vanligari stødd, meðan ovara helvtin er væl minni. Eins og heitið Omaná og undir vatninum vísir á, broytist perspektiv og støddarlutfall í vatnskorpuni. Standmyndin vísir eina løtumynd av einum kvinnukroppi, sum vit einans kunnu uppliva á henda hátt í vatni - og í listini.

Hans Pauli Olsen: Fallið (1987-88)

Bronsa, h. 600 cm. Gáva frá Listafelagi Føroya

Ein evarska lítil maður stendur høgt uppi á eini egg, einar seks metrar yvir jørðini. Maðurin ger seg til reiðar at kava útav eggini - hann bendir knøini og strekkir tann eina armin fram, men heldur fyri eyguni við hinum. Niðast á standmyndini síggja vit avritið av einum kroppi í fullari stødd við ørmunum strektum út til síðuna. Avritið er av listamanninum sjálvum, sum hevur brúkt sín egna kropp sum modell. Man tað vera sami maður, sum stendur uppi á eggini, ið nú hevur kastað seg útav? Við standmyndini spælir listamaðurin bæði við rørslu, tyngdarmátt, perspektiv og eina tíðardimensjón. Lítli maðurin er í ferð við at leypa av eggini, samstundis sum avritið av stóra kroppinum hjá honum er á jørðini.

Hans Pauli Olsen: Skuggin (1987)

Bronsa, h. 225 cm. Gáva frá Listafelagi Føroya

Heitið Skuggin vekir undran – hvussu kann nakað so óítøkiligt sum ein skuggi gerast ítøkiligt í eini standmynd? Ein persónur situr við savnaðum beinum og ørmum undir einum stórum, loddrøttum flata. Flatin minnir um eitt berg, og á eggini stendur ein lítil persónur. Legg til merkis, hvussu listamaðurin arbeiðir við rúmd og vídd. Meðan bæði fólkini eru trívíddarlig, er flati skuggin tvívíddarligur. Um sólin skínur, sært tú møguliga bergið kasta ein skugga í grasinum. Spurningurin er so, hvar listaverkið endar.

+298 22 35 79
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands
Upplatingartíðir
Tíðarskeiðið 1. novembur - 30. apríl
Mánadag, hósdag til sunnudag kl. 11 - 16.
Týsdag og mikudag er stongt.

(1. hósdag í mánaðinum er opið kl. 11 - 20)

Tíðarskeiðið 1. mai - 31. oktobur
Mánadag - sunnudag kl. 11 - 17


Atgongd
Vaksin: 90 kr.
Lesandi: 25 kr.
Pensjonistar: 70 kr.
Børn og ung undir 20 ár: ókeypis.

Bólkar, min. 12 vaksin: 60 kr. per persón.

Árskort til ein persón: 225 kr.
Árskort til 1+1 - tak ein vin við ókeypis: 300 kr.

Árskort geva ókeypis atgongd til savnið alt árið umframt ókeypis atgongd til rundvísingar, konsertir og tiltøk.
Eisini fært tú 10 % avsláttur á plakatum, bókum og postkortum umframt 10 % avsláttur í 'kafe list'.
+298 22 35 79
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands