Bólkavitjanir og ferðaløg

Bólkar og ferðaløg eru sera vælkomin á Listasavn Føroya. Vit viðmæla tó, at størri bólkar boða Listasavninum frá áðrenn vitjanina, eisini hóast tit ikki bóka eina rundvísing. So seta vit tíð av til at taka ímóti tykkum, og vit kunnu eitt nú hava nýbryggjað kaffi til reiðar at bjóða bólkinum. Hava tit serlig ynski, mugu tit endiliga senda okkum eini boð.

Til ber at bóka eina vitjan uttan fyri upplatingartíðina hjá Listasavninum.

Vit geva bólkaavsláttur til bólkar à 12 fólk ella fleiri (vaksin). Børn og ung undir 18 hava altíð ókeypis atgongd.

Boða frá tykkara vitjan á info@art.fo við at siga frá umleið, hvussu nógv tit eru. Vit gleða okkum at síggja tykkum.

+298 31 35 79
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands
Upplatingartíðir
Tíðarskeiðið 1. oktober - 30. apríl:
Týsdag - sunnudag kl. 13.00 - 16.00
Mánadag ikki opið

Tíðarskeiðið 1. mai - 30. september:
Mánadag - sunnudag kl. 11.00 - 17.00

Atgongd
Vaksin: 65 kr.
Lesandi: 25 kr.

Bólkar, min. 12 vaksin: 50 kr. pr. persón.
Limir og børn undir 18 ár: ókeypis.
+298 31 35 79
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands