Familjur og børn

Listasavn Føroya elskar at fáa familjur og børn á vitjan. Í móttøkuni kunnu tit hugna tykkum - bæði við onkrum leskiligum frá kaféini og við at vera kreativ saman. Tvey borð eru við uppgávum, sum børn og vaksin kunnu royna seg við. Tit kunnu millum annað kappast um, hvør kann gera ta minstu standmyndina úr Silk Clay (eitt slag av modellervoksi), og hvør kann gera stuttligasta nýggja listaverkið við at tekna á endurgevingar av listaverkum hjá Listasavni Føroya. Vit hava funnið eina rúgvu av postkortum til tykkara at brúka, og vit gleða okkum at síggja, hvør kann koma við tí bestu tulkingini. Bert hugflogið setur mørk. Tað ber eisini til at tekna, leggja putlispøl og nógv annað.

Tit nýtast ikki at keypa atgongumerki til Listasavn Føroya fyri at nýta forhøllina, handilin og familjuborðini - tað er ókeypis og øll eru vælkomin.

Undir 20 hava altíð ókeypis atgongd á Listasavni Føroya, meðan atgongugjaldið fyri vaksin er 90 kr.

Tit eru vælkomin at eta matpakkan hjá tykkum í forhøllini.

Her er eisini ókeypis wifi.

Vit síggjast!

+298 31 35 79
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands
Upplatingartíðir
Tíðarskeiðið 1. mai - 30. september:
Mánadag - sunnudag kl. 11.00 - 17.00

Tíðarskeiðið 1. oktober - 30. apríl:
Týsdag - sunnudag kl. 13.00 - 16.00
Mánadag ikki opið


Atgongd
Vaksin: 90 kr.
Lesandi: 25 kr.
Pensjonistar: 70 kr.
Børn og ung undir 20 ár: ókeypis.

Bólkar, min. 12 vaksin: 60 kr. per persón.

Árskort til ein persón: 225 kr.
Árskort til 1+1 - tak ein vin við ókeypis: 300 kr.

Árskort geva ókeypis atgongd til savnið alt árið umframt ókeypis atgongd til rundvísingar, konsertir og tiltøk.
+298 31 35 79
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands