Søga

Tak niður pdf-hefti við hesum tekstinum á donskum, enskum og týskum.

Listasavn Føroya liggur nakrar fáar minuttir til gongu frá miðbýnum. Frá havnini gongur ein niðan gjøgnum Havnar gongugøtu og víðari framvið ánni gjøgnum Viðarlundina, har ein á leiðini gongur framvið fleiri standmyndum hjá føroyskum listafólki.

Listasavnið er samansett av gamla Listaskálanum frá 1970, sum í 1993 varð útgjørdur við eini eyðkendari afturatbygging, teknað av J.P. Gregoriussen og Niels F. Truelsen. Tilsamans telja bygningarnir báðir 1.600 m2.

Listafelag Føroya, sum varð stovnað undir krígnum, var byrjanin til uppbyggingina av einum veruligum savni av føroyskari list. Savnið á Listasavni Føroya er í dag ein blanding av teimum verkunum, sum Listafelagið gjøgnum ár og dag hevur keypt inn, og hinvegin eisini av verkum, ið eru keypt av Savninum sjálvum. Í dag rúmar savnið gott og væl 2000 eintøk, ið fevna yvir tíðarskeiðið frá teimum elstu, varðveittu myndunum frá 1840-talinum til tí allar nýggjastu myndlistina. Teirra millum er ta størsta savnið av verkum hjá Sámali Joensen-Mikines og eitt langt rað av høvðusverkum størstu føroysku listafólkanna.

Sum alment stuðlaður mentunarstovnur er tað uppgávan hjá Listasavninum at savna saman og varðveita føroyska myndlist og at granska í, og kunna um, listina sum ein partur av føroyska mentunararvinum. Kunningin verður gjørd við bókaútgávum, granskingarætlanum og framsýningum av listini bæði í Føroyum og uttanlanda. Við jøvnum millumbilum vísast serframsýningar av útlendskari list, ið lýsa føroyska myndlist úr øðrum sjónarhorni og seta hana í eitt altjóða høpi.

Upplatingartíðir

Tíðarskeiðið 1. mai - 31. august:
Mánadag - sunnudag kl. 11.00 - 17.00


Tíðarskeiðið 1. sept. - 30. apríl:
Týsdag - sunnudag kl. 13.00 - 16.00
Mánadag ikki opið

Atgongd

Atgongugjald:
- Vaksin: 65 kr.
- Lesandi: 25 kr.
- Bólkar, min.12 vaksin: 50 kr. fólkið
- Limir og børn undir 16 ár: ókeypis.

Bústaður

Listasavn Føroya
Gundadalsvegur 9
P.O. Box 1141
FO-110 Tórshavn
Føroyar
Tel +298 313579
Email info@art.fo
Facebook

Finn veg