Skúlar og barnagarðar

Listasavn Føroya bjóðar skúlum og dagstovnum ókeypis vitjan, tá opið er ella eftir avtalu. Setið tykkum í samband við okkum á tlf. 313579 ella við telduposti til This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it. 

Rundvísingar

Rundvísingarnar taka støði í samrøðu millum børnini/næmingarnar og savnslæraran, sum eisini leggur fyri og tekur samanum.

Vit leggja dent á ta føstu framsýningina á Listasavninum, meðan vit brúka tær skiftandi framsýningarnar til at hjálpa okkum at lýsa eitthvørt evni betur. Eftir ynski kunnu vit eisini hava serstakar rundvísingar í serframsýningunum.

Hava tit sum lærarar ella námsfrøðingar hugskot ella ynski í sambandi við t.d. eina verk- ella undirvísingarætlan í samstarvi við savnið, so eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við savnslæraran.

Les nærri og fylg við dagføringum her á heimasíðuni.

Dagstovnar

  • Myndasamrøður um dýr í listini
  • Finn myndina! Vit fara á leitingarferð eftir myndum í savninum og práta um myndirnar, sum vit finna


Tíð uml. ½ til ¾ tíma og í mesta lagi 12 børn.

Fólkaskúlar til og við 7. flokk

  • Rundvísing við ávísum tema
  • Myndagreining av útvaldum verkum


Tíð uml. ¾ tíma og í mesta lagi 26 næmingar.

Fólkaskúlar frá 8. flokki, miðnámsskúlar, tekniskir skúlar og Námsvísindadeildin

  •  Hetta er ein ferð í savninum, har vit tosa um føroysku listasøguna sum heild og eisini hyggja nærri at einstøkum listaverkum og listafólkum, sum hava serligan týdning fyri hana, t.d. Mikines, Ruth Smith og Ingálvur av Reyni. Eisini práta vit um fuglamyndirnar hjá Díðriki av Skarvanesi, sum eru tær elstu myndirnar, vit eiga á savninum. Vit enda ferðina við at uppliva installatiónina Bládýpið (1996) hjá Tróndi Patursson.

Tíð uml. ¾ tíma og í mesta lagi 26 næmingar.

Hesi temu hava vit í løtuni

  • Hvat er felags fyri hugtøkini? Kunnu tey mátast? Prógvast? Í myndlistini kunnu vit viðgera hesi hugtøk bæði út frá føroyskum trúarviðurskiftum og soleiðis, sum vit kenna tey aftur frá okkara egna gerandisdegi. Hvussu verða hugtøkini lýst í verkum sum Aftur av jarðarferð (1937) og Kvøld (1940-41) eftir Mikines? Næmingarnir fáa høvi at grunda um tey frá ymiskum sjónarhornum. Tað veri seg pátrúgv ella tað at trúgva uppá seg sjálvan, sum sigur eitt sindur um okkum menniskju í vesturheiminum, og sum m.a. sæst aftur í verkinum Koloni (2006) hjá Edwardi Fuglø. Eisini práta vit um myndlist sum eitt stað, har listafólk leggja sínar dreymar, vónir og sjónir.
  • Myndlist kann vera við til at lýsa søguna hjá einum samfelag, men eisini til at viðgera og ávirka tað. Vit fara í dýpdina við 6-8 sera ymiskum listaverkum, sum kunnu hjálpa okkum at hyggja nærri at føroyskari søgu og mentan. T.d. kunnu vit nevna fjølbroytta verkið Babyboom (1997) hjá Astrid Andreasen, har siðbundin føroysk mentan á snildan hátt verður til eitt modernað listaverk, sum samstundis peikar langt inn í framtíðina. Á henda hátt koma vit inn á evni sum fólkslig mentan, bónda- og fiskivinnusamfelag og politik.
  • Í hesum temanum tosa vit um alskyns mátar at síggja náttúruna og landslagið rundan um okkum, sum listafólk gjøgnum tíðina hava víst okkum á. At náttúran er vøkur ella máttmikil, íbygd við vættrum og huldufólkum ella kanska er sum ein onnur planet. Myndlist snýr seg eisini um tilfar. Hvørjum tilfari úr náttúruni eru listaverkini gjørd úr? Og hvat kunnu tey fortelja okkum um okkara umhvørvi? Tilfarið kann vera alt frá oljumáling og bronsu til hvalamaga og hestahár! Til ber eisini at spyrja, hvussu evnið verður viðgjørt kritiskt.

 

Vitjanir

Tað ber til at skipa fyri vitjanum á savninum eftir avtalu. Skriva ein teldupost til This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it. / This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it. ella ring tlf. 31 35 79. 

Taskur, jakkar o.a. skulu heingjast í klædnarúmið. Eftir avtalu kunnu næmingarnir eta matpakka á savninum. Tó hava lærararnir/námsfrøðingarnir ábyrgd av, at tað verður tikið upp eftir teimum.

Eisini hava lærararnir/námsfrøðingarnir ábyrgd av at læra børnini at virða savnið – t.e. at vit ikki nema við listaverkini, og vit ganga róliga við atliti at øðrum vitjandi.

Við hesum vóna vit, at tykkara vitjan á savninum kann vera so gevandi sum møguligt.

Vælkomin á Listasavn Føroya. 

 

Upplatingartíðir

Tíðarskeiðið 1. mai - 31. august:
Mánadag - sunnudag kl. 11.00 - 17.00


Tíðarskeiðið 1. sept. - 30. apríl:
Týsdag - sunnudag kl. 13.00 - 16.00
Mánadag ikki opið

Atgongd

Atgongugjald:
- Vaksin: 65 kr.
- Lesandi: 25 kr.
- Bólkar, min.12 vaksin: 50 kr. fólkið
- Limir og børn undir 16 ár: ókeypis.

Bústaður

Listasavn Føroya
Gundadalsvegur 9
P.O. Box 1141
FO-110 Tórshavn
Føroyar
Tel +298 313579
Email info@art.fo
Facebook

Finn veg