Prikkapardurin

Stuttligu tekningarnar niðanfyri hevur listamaðurin Bárður Oskarsson teknað, og tær eru partur av framsýningini Lættleiki og líðing. Hann dugir sera væl at bæði tekna og mála, og hevur eisini útgivið fleiri barnabøkur. Hesar tekningarnar eru ætlaðar til eina barnabók, men bókin verður ikki útgivin.

Ger tína egnu søgu við tekningunum.

Her eru tvinnir møguleikar at spæla við tekningarnar.

  1. Trýst og hála myndirnar fyri at gera tína egnu søgu.

  1. Prenta tekningarnar út, set tær saman eftir tínum tykki og skriva eina søgu til teknirøðina.

Illustratiónir til óútgivna barnabók, 2006, pennur og blýantur á pappír. © Bárður Oskarsson

Upplatingartíðir

Tíðarskeiðið 1. mai - 31. august:
Mánadag - sunnudag kl. 11.00 - 17.00


Tíðarskeiðið 1. sept. - 30. apríl:
Týsdag - sunnudag kl. 13.00 - 16.00
Mánadag ikki opið

Atgongd

Atgongugjald:
- Vaksin: 65 kr.
- Lesandi: 25 kr.
- Bólkar, min.12 vaksin: 50 kr. fólkið
- Limir og børn undir 16 ár: ókeypis.

Bústaður

Listasavn Føroya
Gundadalsvegur 9
P.O. Box 1141
FO-110 Tórshavn
Føroyar
Tel +298 313579
Email info@art.fo
Facebook

Finn veg