Tróndur Patursson

Bládýpið er eitt rúm við gólvi og lofti úr speglum, meðan veggirnir eru úr litaðum glasi, ið fáa ljós úr gluggum, sum eru skornir í síðurnar á bingjuni, har verkið stendur.

Bládýpið er fyrsta av fyribils seks líknandi installatiónum, sum Tróndur Patursson (1944) hevur gjørt. Verkið varð gjørt í 1996 til eina framsýning í Keypmannahavn. Bingjan er ein gáva frá listamanninum og varð í 2012 sett upp við savnið, eftir at hon varð umvæld við fígging frá Norðurlandahúsinum í Føroyum.

Tróndur Patursson fekk íblástur til Bládýpið á sjóferðum sínum saman við írska søgufrøðinginum Tim Severin, sum endurskapaði søguligar sjóferðir við millum øðrum einum fornum flaka.

Bingjurúmið er umleið 2,2 m høgt, 5 m langt og 2,5 m breitt. Tann vitjandi sær umleið 700 m niður - og upp. Av speglunum og teimum lýsandi bláu veggjunum upplivir tann vitjandi havsins dýpi, himmalsins endaloysi - og sítt egna týdningarloysi.

List í fokus: Listasavn Føroya

Tróndur Patursson (1944): Heyst. 1999. tempera á lørift, 260 x 194 cm.

Tey svørtu teknini á litaðu bakgrundini umskapa hana til eitt rúm av liti. Sum eitt slag av sundurbrotnum rimaverki.

Upprunastøðið er speglingar av brattlendi í havinum. Her sæst uppbyggingin av berginum sum skreytskriftartekn á einum flata, sum kann vera reyður, gulur, bláur, grønur ella gráur: Havsins broytingar í skiftandi lýsi.

Skreytskriftarteknini streyma uppeftir eins og grótbræðingin, sum í sínari tíð skapti Føroyar. Soleiðis knýtist sambandð aftur til teir máttir, sum eina ferðina formaðu jørðina. Í óavmarkaða litrúminum verða tey streymandi teknini ein mynd av alheimsins frummátti.

Stóru støddirnar, sum Tróndur Patursson arbeiðir við, stuðla uppundir upplivingina av alheminum. Hendan uppliving verður beinleiðis kropslig í hansara glas/spegl installatión Bládýpið, sum eisini er á savninum.

Upplatingartíðir

Tíðarskeiðið 1. mai - 31. august:
Mánadag - sunnudag kl. 11.00 - 17.00


Tíðarskeiðið 1. sept. - 30. apríl:
Týsdag - sunnudag kl. 13.00 - 16.00
Mánadag ikki opið

Atgongd

Atgongugjald:
- Vaksin: 65 kr.
- Lesandi: 25 kr.
- Bólkar, min.12 vaksin: 50 kr. fólkið
- Limir og børn undir 16 ár: ókeypis.

Bústaður

Listasavn Føroya
Gundadalsvegur 9
P.O. Box 1141
FO-110 Tórshavn
Føroyar
Tel +298 313579
Email info@art.fo
Facebook

Finn veg