Ingálvur av Reyni

Trolaradekk - Ingálvur av Reyni

List í fokus: Listasavn Føroya

Ingálvur av Reyni (1906-2005): Trolaradekk. 1999. Olja á lørift, 230 x 380 cm. Gáva frá Ny Carlsbergfondet 1999.

Reiðaravirkseminum í familjuni fyri at takka vóru trolarar ein partur av lívinum hjá listamanninum. Hetta modernaða myndevnið er her lýst í einum modernaðum hami, tó ikki í tí maskinstíli av blankari geometri, sum myndevnið annars leggur upp til.

Heldur ikki síggja vit nakra brúgv, lossispøl og radara. Við eitt sindur av góðum vilja hóma vit ein sjónarring við einum reyðum himmali og kanska umhvarvið av nøkrum fólkum. Men restin er tøgn, tala vit um at kenna nakað aftur. Í fyrstu atløgu snýr myndin seg um málningin sjálvan, um spenningin í litunum, um sansaliga máttin í penslastrokinum.

Málningurin er tó eitt trolaradekk soleiðis skilt, at dekkið er pallurin fyri hørðum stríði, veldigum náttúrumáttum, myrkum døgum og vandafullum arbeiði. Eitt slíkt innihald fær her ein máttmiklan myndabúna í annars reinum málningi. Myrkt, harðliga og stórt talar myndin um lívsins drama.

List í fokus: Listasavn Føroya

Ingálvur av Reyni (1920-2005): Sjálvsmynd. 1955. Olja á lørift, 140 x 104 cm. Privat ogn.

Ein flottur maður, hábærsliga endurgivin. Sæddur eitt sindur niðrifrá fyllir herðabreiði maðurin við tí skarpleitta andlitinum allan myndaflatan. Bráið ber boð um snarræði og styrki, men í roynd og veru hevur persónsmenskan minni at siga her.

Myndin er fyrst og fremst ein ritroynd í trongum formi bygd upp av litum og við bæði flatanum og rúmleikanum í sær. Skapið kemur sostatt fram við býtinum millum reydlig og grønlig øki.

Nýtsluna av slíkum kontrastlitum hevði Ingálvur lært av professara sínum í Danmark, Axel Jørgensen. Í hesum førinum er tó alt spent upp í andanum hjá kubismuni (Paul Cézanne) sum tekin um, at listamaðurin flytir seg yvir móti abstraktiónini.

Upplatingartíðir

Tíðarskeiðið 1. mai - 31. august:
Mánadag - sunnudag kl. 11.00 - 17.00

Tíðarskeiðið 1. sept. - 30. apríl:
Týsdag - sunnudag kl. 13.00 - 16.00
Mánadag ikki opið

Atgongd

Atgongugjald:
- Vaksin: 65 kr.
- Lesandi: 25 kr.
- Bólkar, min.12 vaksin: 50 kr. fólkið
- Limir og børn undir 16 ár: ókeypis.

Bústaður

Listasavn Føroya
Gundadalsvegur 9
P.O. Box 1141
FO-110 Tórshavn
Føroyar
Tel +298 313579
Email info@art.fo
Facebook

Finn veg