Edward Fuglø

List í fokus: Listasavn Føroya

Edward Fuglø (1965): Colony. 2006. Akryl á lørift, 160 x 475 cm. Dansk-Færøsk Kulturfond.

Myndin hevur enfeldið og slagmáttin í plakatini – og sniðfundigheitina í málninginum. Myndin skiftir eisini millum fotografiska naturalismu í lýsingini av súluhøvdunum og tí mynstruta skuggavirknaðinum í klædningunum.

Súlan er størsti fuglur í Føroyum, og her avmyndast hon í tøttum raði við einum skógi av spískum nevum eins og spjót. Í teirra pertnu klædningum stíga súlurnar fram sum ein breiðfylking av valdsmenniskjum við førarakallinum á odda. Klædningurin hevur tikið plássið frá hernaðarbúnanum sum maktsúmbol.

Og so kemur tað tvítýdda heitið – á enskum sum tilsiping til universella innihaldið. Í hesum fuglabøli snýr tað seg um vald, um nøkur sum hertaka hini – tey komandi valdsmenniskjuni.

Upplatingartíðir

Tíðarskeiðið 1. mai - 31. august:
Mánadag - sunnudag kl. 11.00 - 17.00


Tíðarskeiðið 1. sept. - 30. apríl:
Týsdag - sunnudag kl. 13.00 - 16.00
Mánadag ikki opið

Atgongd

Atgongugjald:
- Vaksin: 65 kr.
- Lesandi: 25 kr.
- Bólkar, min.12 vaksin: 50 kr. fólkið
- Limir og børn undir 16 ár: ókeypis.

Bústaður

Listasavn Føroya
Gundadalsvegur 9
P.O. Box 1141
FO-110 Tórshavn
Føroyar
Tel +298 313579
Email info@art.fo
Facebook

Finn veg