Listasavn Føroya - Listaskálin, Føroyar English Version  
Site Map : Samband : Prenta  
 
Info
» Forsíða
» Framsýningarskrá
» Opið er
» Rundvísingar
» Hølisleiga
» Café
» Krambúð

Savnið
» Bygnaður
» Bygningurin
» Framsýningar
» Listafólk
» Bókmentir

Feløg o.a.
» Listafelag Føroya
» Føroysk Myndlistafólk

 
 

Listafelag Føroya

Mestsum øll tey ungu listafólkini av tí fyrsta ættarliðinum, ið fingu sær útbúgving á kunstakademinum í Keypmannahavn, eisini S. J-Mikines, Føroya fyrsti professionelli listamálari, vóru stødd í Keypmannahavn, tá ið Danmark í 1940 varð hersett og alt samband við Føroyar kvett.

Føroyskir studentar og aðrir útisetar í stórbýnum stovnaðu í 1941 Listafelag Føroya við tí endamáli at stuðla hesi nýggju listagrein, myndlistini. Eftir kríggið fluttu listafólkini til Føroya, somuleiðis Listafelagið, ið fekk stóran týdning fyri tað myndlistarliga umhvørvi, ið vaks fram í høvuðsstaðnum í 1950árunum.

Í 1948 setti Føroya Løgting eftir áheitan frá Listafelagnum á stovn Alment føroyskt Listasavn. Við stuðli frá mongum góðum kreftum bygdi Listafelagið framsýningarhúsið Listaskálan, ið læt upp í 1970. Í 1989 vórðu almenna føroyska listasavnið, listasavnið hjá Listafelagnum og Listaskálin samskipað í Listasavn Føroya.

Limaskapur í Listafelag Føroya

Ein og hvør kann vera limur í Listafelag Føroya, ið er stuðulsfelag hjá Listasavninum

Limaskapur gevur fleiri fyrimunir: Tygum fáa m.a:
  • Skrivliga innbjóðing til allar framsýningarupplatingar og fráboðanir um tiltøk í Listaskálanum.
  • Fráboðanir um onnur tiltøk Listafelagsins, eitt nú listaferðir til onnur lond.
  • Ókeypis atgongd til allar framsýningar (uttan Ólavsøkuframsýningina)
  • Tilboð á hvørjum ári um serprís á steinprentum ella øðrum grafikki frá føroyskum listafólkum (vanliga 25-30% av rætta prísinum)
  • Við limaskapi tygara stuðla tygum føroyska myndlist, m.a. framsýningar, ið Listafelagið skipar fyri og virksemið hjá Listasavni Føroya.

    Limaskapur fæst við at ringja, skriva ella meyla til Listafelag Føroya.


  • Bústaður Nevnd
    Listafelag Føroya
    c/o Listasavn Føroya
    P.O. Box 1141
    FO-110 Tórshavn
    Faroe Islands

    E.
    Malan Marnersdóttir, forkona
    Hilmar Høgenni, kassameistari
    Jóannes Lamhauge, skrivari
    Marjun Sigurðardóttir
    Katrin í Gongini.

    Aðalfundir

    Aðalfundarfrágreiðing 2006 kann takast niður sum PDF format her Listafelag Føroya - Aðalfundarfrágreiðing 2006.

    Aðalfundarfrágreiðing 2005 kann takast niður sum PDF format her Listafelag Føroya - Aðalfundarfrágreiðing 2005.

    Back to previous / referring pageBack to top

     
    Copyright © 1998-2010 · Listasavn Føroya & Raffar Sp.f · All Rights Reserved
    Listasavn Føroya · Gundadalsvegur 9 · P.O. Box 1141 · FO 110 Tórshavn · Faroe Islands T. +298 313579 F. +298 316679 E.