Elinborg Lützen

Svart-hvítur gandur. 10. mai - 21. juli

Stór list – í lítlari stødd. Svart og hvítt – og nógv meira. Tað er júst slíka list, sum Føroya fyrsti og størsti grafikari Elinborg Lützen (1919-95) skapti.

Elinborg Lützen hoyrir til tað fyrsta ættarliðið av føroyskum listafólkum, men mótsett samtíðar starvsfeløgunum, fann hon rættiliga seint seg sjálva sum listafólk, nevniliga frá 1960. Tá hendi tað tó av heilum huga, og hennara mongu linoprent hava tryggjað henni eitt pláss millum tey allarstørstu í hennara ættarliði: Samuel Joensen-Mikines, Ruth Smith, Ingálvur av Reyni og Janus Kamban.

Ævintýrmyndir og landslagsmyndir við bygdahúsum eru tey mest týðandi evnini í listini hjá Elinborg Lützen. Í ævintýrmyndunum ráða hugflog, styrki og skemt, meðan landslags- og fólkalívslýsinganar eru sakligar og klassiskar – í øllum førum á yvirflatuni. Bæði myndevnini eru tó serkend av djarvari og fjølbroyttari skeritøkni, sum lyfta myndirnar inn í abstraktiónina og hoyra til modernaða list.

Framsýningin letur upp nú 100 ár eru liðin síðan Elinborg Lützen kom í verðina og spennir yvir hennara listaligu menning frá 1940unum og frameftir. Tey flestu verkini á framsýningini eru í ogn hjá Listasavni Føroya, meðan onnur eru lænt frá skyldfólkum hjá listakvinnuni, onnur frá privatum og frá Norðoya Listafelag.

Á savnsveggum er tað altíð tungt hjá grafikki at kappast við málningar. Savnið hevur tískil roynt at framhevja summi verk, soleiðis at smálutir og tøkni verða meira eyðsýnd. Og tískil ber til at fara heilt nær og uppliva gandaheimin hjá Elinborg Lützen.

Nils Ohrt

Stjóri

Listasavnið er opið týsdag til sunnudag, frá kl. 13 til 16. Eisini heiligdagar

Upplatingartíðir

Tíðarskeiðið 1. mai - 31. august:
Mánadag - sunnudag kl. 11.00 - 17.00


Tíðarskeiðið 1. sept. - 30. apríl:
Týsdag - sunnudag kl. 13.00 - 16.00
Mánadag ikki opið

Atgongd

Atgongugjald:
- Vaksin: 65 kr.
- Lesandi: 25 kr.
- Bólkar, min.12 vaksin: 50 kr. fólkið
- Limir og børn undir 16 ár: ókeypis.

Bústaður

Listasavn Føroya
Gundadalsvegur 9
P.O. Box 1141
FO-110 Tórshavn
Føroyar
Tel +298 313579
Email info@art.fo
Facebook

Finn veg