Bjarne Werner Sørensen - Kringsýni

Fernisering 14. september kl. 16.00. 
14.09.2018–13.01.2019

Fríggjadagin 14. septembur byrjar heystframsýning á Listasavni Føroya við dansk-føroyska listamanninum Bjarne Werner Sørensen (1960).

Sissal Kampmann, rithøvundur, setur framsýningina og Rógvi á Rógvu, tónleikari, framførir nøkur løg.  

Kringsýni er eitt orð, Bjarne Werner Sørensen hevur funnið til framsýningina á Listasavni Føroya. Tað hevur hann gjørt fyri at fáa gestirnar at lata eyguni reika yvir ta heild, listamaðurin fegin vil, at vit skulu uppliva. Av somu orsøk hevur hann út í æsir lagt til rættis, hvussu myndirnar hanga, so sýningin næstan verður eitt heildarlistaverk. Tað er tó ikki bannað at hyggja nágreiniliga at teimum einstøku myndunum.

Eitt teirra er Gazing Through Skin – ein nonfigurativur málningur, sum sýnir eina skipan av skærum reyðum skapum, sum sveima yvir einum ógreiðum baksýni í grønum, brúnum og gulum litum. Kanska er talan um blóð, skýggj ella okkurt heilt annað. Vit uppliva tískil eitt litrúm úr hita, elvi og frælsi.

Við sínum dansandi mynstri minnir myndin um tónleik, har serliga elektróniskur tónleikur er ein íblástrarkelda hjá listamanninum. Ein onnur er føroyska náttúran, sum Bjarne Werner Sørensen kennir væl ígjøgnum ættarbondini, og tí hann hevur verið so nógv í Føroyum. Tað er kortini ikki føroyska landslagið bókstavliga, sum setur sín dám á ein málning sum Gazing Through Skin. Náttúran er bara har óbeinleiðis sum vond, eitthvørt loddrætt, rørsla og vektloysi – kenslan, tú serliga fært, tá ið tú stendur á eggini á meitilbergi.

Framsýningin vísir listaverk eftir Bjarne Werner Sørensen í ymsum miðlum. Fyri tað mesta er talan um nýggja list, men framsýningin vísir eisini eitt úrval av verkum hjá listamanninum seinastu tjúgu árini. Hon er tí á sín hátt ein uppgerð, so eisini tann týdningurin liggur í Kringsýni. 

Listasavnið er opið týsdag til sunnudag, frá kl. 13 til 16. Eisini heiligdagar

Upplatingartíðir

Tíðarskeiðið 1. mai - 31. august:
Mánadag - sunnudag kl. 11.00 - 17.00


Tíðarskeiðið 1. sept. - 30. apríl:
Týsdag - sunnudag kl. 13.00 - 16.00
Mánadag ikki opið

Atgongd

Atgongugjald:
- Vaksin: 65 kr.
- Lesandi: 25 kr.
- Bólkar, min.12 vaksin: 50 kr. fólkið
- Limir og børn undir 16 ár: ókeypis.

Bústaður

Listasavn Føroya
Gundadalsvegur 9
P.O. Box 1141
FO-110 Tórshavn
Føroyar
Tel +298 313579
Email info@art.fo
Facebook

Finn veg