MÁL - Ólavsøkuframsýningin 2018

28. juli - 12. august 2018

Ólavsøkuframsýningin 2018 letur upp í Listasavnið Føroya ólavsøkuaftan t. 28. juli, kl. 15:00.

Listafelag Føroya, Listasavn Føroya og kurator Jón Sonni Jensen bjóða øllum vælkomin til Ólavsøkuframsýningina 2018.

Luttakandi Listafólkini eru:
Alda Mohr Eyðunardóttir, Brandur Patursson, Bruno Mikael Eysturstein, Elin Josefina Smith, Ellis K. Mortensen, Finleif Mortensen, Guðrið Poulsen, Hedvig Poulsen, Høgni Jákupsson, Jana Jonhardsdóttir, Jórunn Reginsdóttir, Kári Svensson, Ole Wich, Pernille Mejslov, Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard, Rakel Helmsdal, Randi Samsonsen, Rannvá Holm Mortensen, Tobias Wriedt og Vagnur Dam.

Til ferniseringina bjóðar Jón Sonni Jensen vælkomin. Síðan framførir Silvurdrongur. Afturat sær hevur hann trummuspælaran Per I. Højgaard.

Okkurt leskiligt verður eisini til góman.

Verið vælkomin øll somul, í ólavsøkuhýri, á Ólavsøkuframsýningina 2018.

____

Um framsýningina:

HEITIÐ Á ÓLAVSØKUFRAMSÝNINGINI 2018 ER: -MÁL-

Heitið tekur støði í orðastovninum ‘mál’. Hendan stavsamansetingin finst í eini ørgrynnu av føroyskum orðum.
Hesi orð nema við m.a.:

mál, søgu, siðvenju, politikk, list, ítrótt, mat, sosial og menniskjaslig viðurskiftir.

Hetta talar tí til flest øll økir innan okkara samleika sum tjóð og fólk sum heild.

Hesi evnir eru serliga nógv á breddanum um Ólavsøkumundið, og tí er hetta heitið kosið til Ólavsøkuframsýningina 2018.

Gjørdur er ein listi við uml. 240 orðum við orðastovninum ‘mál’, og er hann at finna á Facebook síðuni "Ólavsøkuframsýningin 2018"

Sum nakað heldur øðrvísi, so er heitið í ár ein áheitan til tey vitjandi á framsýningini, og ikki til listafólkini, sum vanligt er.
Samskipari, Jón Sonni Jensen, metir tað vera sera umráandi at listafólkini hava so fríar teymar sum møguligt, og at teirra listarliga arbeiði ikki verður avmarkað av einum ávísum evni, sum møguliga liggur við síðuna av teirra egna praksis.
Tó hevur verið frítt hjá listafólkunum at leita sær íblástur í áðurnevnda orðalista.

Av tí, at heitið vendir sær til hyggjaran, verður ein kassi settur upp har tey vitjandi hava møguleikan at skriva sínar tankar á ónavngivnar lepar og lata teir í kassan eftir at hava sæð framsýningina. Umleið triðja hvønn dag verður kassin so tómdur og leparnir avmyndaðir, og myndirnar verða síðani lagdar út á Facebook síðuna til øll at síggja. 

‘Eg sakni ofta eina sakliga og fakliga kjakmentan í Føroyum, bæði innan list og í tí almenna rúminum sum heild. Vit eru ofta ov friðarlig ella ósaklig. Tí vil eg í ár gera eina framsýning sum eggjar til kjak, samrøðu og sjónligar fríar meiningar. Eitt tiltak, ið loyvir meiningunum fram at’, sigur samskipari og kurator av framsýningini, Jón Sonni Jensen.

 

Listasavnið er opið týsdag til sunnudag, frá kl. 13 til 16. Eisini heiligdagar

Upplatingartíðir

Tíðarskeiðið 1. mai - 31. august:
Mánadag - sunnudag kl. 11.00 - 17.00


Tíðarskeiðið 1. sept. - 30. apríl:
Týsdag - sunnudag kl. 13.00 - 16.00
Mánadag ikki opið

Atgongd

Atgongugjald:
- Vaksin: 65 kr.
- Lesandi: 25 kr.
- Bólkar, min.12 vaksin: 50 kr. fólkið
- Limir og børn undir 16 ár: ókeypis.

Bústaður

Listasavn Føroya
Gundadalsvegur 9
P.O. Box 1141
FO-110 Tórshavn
Føroyar
Tel +298 313579
Email info@art.fo
Facebook

Finn veg