Stór list

Serframsýning í august

Stór list – eitt úrval frá savninum á Listasavni Føroya

Stórt er tað, verkið 3D Dímun hjá Ole Wich, sum rísur upp í forhøllini á Listasavninum, fýra metur høgt við longum og tunnum beinum – eitt sindur sum ein eiturkoppur. Útgangsstøðið er Lítla Dímun, og á tann hátt skrivar skulptururin seg inn í ta náttúrulýsing, sum í fleiri áratíggju hevur gjørt seg galdandi í føroyskari list.

Týdningarmiklari er tó, at skulptururin viðger náttúruna øðrvísi, enn sum vant er í rationellu, vestligu mentanini. Formurin er sostatt sprottin úr eini samanseting av staðfrøðiligum hæddarfarmyndum á kortum og nýtsluni í korttekningum av longdar- og breiddarstigum. Tá slík stig eisini skulu endurspegla hæddarmun, boyggjast tær upp ella niðureftir, og tað eru hesi stig, sum avgera formin á skulpturinum. Tó vísir tann niðasti og breiðasti parturin av "beinunum" á ein meira frían hátt tann partin av Lítlu Dímun, sum er undir sjónum.

Hæddarfarmyndirnar, eins og longdar- og breiddarstigini, eru skipanir, sum taka støðu til náttúruna, og landslagið á ein hátt og jarðarknøttin á ein annan hátt. Í roynd og veru er tó talan um tilvildarligar skipanir, hóast tær eru rættiliga rationellar. Tær eru so at siga ein háttur at fata veruleikan, sum vit ikki fáa verið fyriuttan. Tí fara vit heldur ongantíð at megna at fata heimin handan okkara skipanir. Hetta hendir bert á ein hugskygdan hátt, sum listin kann lata upp fyri gjøgnum sín estetikk. Eins og í hesum verkinum.

3D Dímun hjá Ole Wich er eitt av teimum verkunum, sum er við í summarframsýningini hjá Listasavni Føroya við heitinum "Stór list". Í Skálanum á Listasavninum kunnu onnur stór verk síggjast hjá Ingálvi av Reyni, Jónu Rasmussen, Titu Vinther, Edward Fuglø og Guðrið Poulsen. Á listaframsýningum er ofta neyðugt at fara tætt uppá verkini: her er eisini gott at fara longur burtur.

Opið mánadag - sunnudag kl. 11-17. Eisini heiligdagar.
Faldari nr. 0473 frá Ólavsøkuframsýningini hevur vunnið eitt listaverk

Upplatingartíðir

Tíðarskeiðið 1. mai - 31. august:
Mánadag - sunnudag kl. 11.00 - 17.00

Tíðarskeiðið 1. sept. - 30. apríl:
Týsdag - sunnudag kl. 13.00 - 16.00
Mánadag ikki opið

Atgongd

Atgongugjald:
- Vaksin: 65 kr.
- Lesandi: 25 kr.
- Bólkar, min.12 vaksin: 50 kr. fólkið
- Limir og børn undir 16 ár: ókeypis.

Bústaður

Listasavn Føroya
Gundadalsvegur 9
P.O. Box 1141
FO-110 Tórshavn
Føroyar
Tel +298 313579
Email info@art.fo
Facebook

Finn veg