Samtíðarlist í miðdepil: Rannvá Kunoy

Rannvá Kunoy í vetrarstovuni

Samtíðarlistin verður støðugt sett í miðdepil á Listasavni Føroya. Nakrar mánaðir í senn verður eitt nýtt úrval av samtíðarlist hjá Listasavninum víst í Vetrarstovuni út ímóti Viðarlundini. Listin er í alskyns miðlum og stílum, og átakið varpar ljós á nýggjari list í føroyskum høpi.

Listafólkið hesu ferð er Rannvá Kunoy (1975). Listasavnið hevur í 2017 og 2018 fingið tríggjar málningar umframt fýra steinprent til gávis frá Ny Carlsbergfondet. Listafelag Føroya hevur deponerað ein málning og fýra steinprent á Listasavninum, sum somuleiðis eru komin upp at hanga.

Rannvá Kunoy er útbúgvin frá Royal College of Art í London í 1999 og býr í býnum. Í 2014 fekk hon sítt altjóða gjøgnumbrot við framsýning á Centre Pasqueart í Bienne, Sveis og sølu til Charles Saatchi Collection í London.

Teir fýra málningarnir eru á hesi framsýning eru í ætt við teir, ið hon fekk altjóða viðurkenning fyri. Listakvinnan hevur tó brúkt enn meir av skyggjandi pigmentunum enn fyri fýra árum síðani. Pigmentini gera at abstraktu málningarnir broytast eftir, hvar í rúminum man er. Hóast abstrakta bráið rúma myndirnar eisini teknum og bókstavum, sum tó eru torførir at týða. Óítøkiliga og andaliga lyndið í myndunum verður styrkt av skyggjandi pigmentunum, ið skapa óstøðug ljósbrá og skiftandi litbrigdi.

Listasavnið er opið týsdag til sunnudag, frá kl. 13 til 16. Eisini heiligdagar

Upplatingartíðir

Tíðarskeiðið 1. mai - 31. august:
Mánadag - sunnudag kl. 11.00 - 17.00


Tíðarskeiðið 1. sept. - 30. apríl:
Týsdag - sunnudag kl. 13.00 - 16.00
Mánadag ikki opið

Atgongd

Atgongugjald:
- Vaksin: 65 kr.
- Lesandi: 25 kr.
- Bólkar, min.12 vaksin: 50 kr. fólkið
- Limir og børn undir 16 ár: ókeypis.

Bústaður

Listasavn Føroya
Gundadalsvegur 9
P.O. Box 1141
FO-110 Tórshavn
Føroyar
Tel +298 313579
Email info@art.fo
Facebook

Finn veg