Stjóri til Listasavn Føroya

Søkt verður eftir stjóra til Listasavn Føroya

LISTASAVN FØROYA LÝSIR EFTIR NÝGGJUM STJÓRA

Starvið sum stjóri á Listasavni Føroya er hervið leyst at søkja, og ætlanin er at seta stjóran frá 1. mai 2019 at rokna.

Listasavn Føroya er tjóðlistasavnið í Føroyum.

Listasavnið hevur til endamáls at fáa til vega, skráseta og varðveita føroyska myndlist í fortíð og nútíð umframt at virka fyri gransking og miðling við denti á tað, sum savnið eigur. Listasavnið varpar eisini ljós á útlendska myndlist við týdningi fyri føroyska list umframt list úr Norðuratlantsøkinum.

Stjórin er listaligi og umsitingarligi leiðarin í Listasavni Føroya við ábyrgd mótvegis stýrinum á savninum.

Stjórin skal tryggja menningina av savninum sum leiðandi stovnur í Føroyum innan myndlist umframt leiklutin sum fremsti aktørur á økinum í mun til útlond.

 

Uppgávur

Stjórin hevur til uppgávu:

· At røkja dagliga raksturin, herundir umsiting, samsvarandi endamáli savnsins og innan fyri givnu fíggjarligu karmarnar.

· At menna mannagongdir fyri keypi, skráseting, varðveitslu, gransking og miðling, undir hesum talgilt samskifti, innan fyri karmarnar av yvirskipaðari visjón fyri virksemið á savninum.

· At seta í verk hesar mannagongdir sambært einari nærri raðfesting av virkisøkjum.

· At ráðgeva og samstarva við almennar myndugleikar, føroyska listalívið, søvn, stovnar, skúlar og almenningin sum heild.

 

Fakligir førleikar

· Umsøkjarin skal hava listasøguliga útbúgving á kandidatstigi – ella:

· eina líknandi listafakliga ella savnsliga útbúgving við royndum, sum metast at geva fakligu førleikarnar til at røkja starvið.

Umsøkjarar við savnsroyndum hava fyrimun.

Tað verður mett sum ein fyrimunur at hava leiðsluroyndir á savni og/ella kunnleika til búskap og umsiting. 

 

Persónligir førleikar

Umsøkjarin skal vera førur fyri at arbeiða sjálvstøðugt, hava góðar samskiftis- og samstarvsførleikar umframt vera ágrýtin og nýskapandi við virðing fyri tí, sum sermerkir savnið.

 

Lønarviðurskifti og setanartreytir

Stýrið setur stjóran.

Starvið er fulltíðarstarv og er tíðaravmarkað til 5 ár við møguleika fyri leinging í 3 ár.

Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og viðkomandi fakfelag.


Samband

Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til stýrisformannin Niels Christian Nolsøe, M + 298 57 09 05, This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it. ella savnsstjóran Nils Ohrt, T +298 31 35 79, This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Móttakari

Umsóknin við avriti av útbúgvingarprógvum, CV og týðandi skjølum skal sendast til:

Listasavn Føroya

Att. Niels Christian Nolsøe, stýrisformaður

Gundadalsvegur 9

Postboks 1411

FO-110 Tórshavn

Umsóknin skal vera Listasavni Føroya í hendi áðrenn 31.1.2019

 

Listasavn Føroya varð stovnað sum sjálvsognarstovnur í 1989 við stýri sum telur fýra limir valdir av Listafelag Føroya og Føroysk Myndlistafólk.

Savnið verður rikið sambært Viðtøkur fyri Listasavn Føroya frá 4.7.2016 við fígging, sum stavar frá rakstrarjáttan á Løgtingsins fíggjarlóg, egnum inntøkum umframt stuðul frá Tórshavnar kommunu.


Sí starvslýsing: Stjóri til Listasavn Føroya

Listasavnið er opið týsdag til sunnudag, frá kl. 13 til 16. Eisini heiligdagar

Upplatingartíðir

Tíðarskeiðið 1. mai - 31. august:
Mánadag - sunnudag kl. 11.00 - 17.00


Tíðarskeiðið 1. sept. - 30. apríl:
Týsdag - sunnudag kl. 13.00 - 16.00
Mánadag ikki opið

Atgongd

Atgongugjald:
- Vaksin: 65 kr.
- Lesandi: 25 kr.
- Bólkar, min.12 vaksin: 50 kr. fólkið
- Limir og børn undir 16 ár: ókeypis.

Bústaður

Listasavn Føroya
Gundadalsvegur 9
P.O. Box 1141
FO-110 Tórshavn
Føroyar
Tel +298 313579
Email info@art.fo
Facebook

Finn veg