Kærleikskúlan 2018 verður avdúkað

Avdúking týsdagin 4. des. kl. 9.00

Tað eru nú tíggju ár síðani fyrsta føroyska Kærleikskúlan kom út.

Kærleikskúlan 2018 er sniðgivin av einum av okkara mætastu listafólkum.

Á hátíðarløtuni verður almannakunngjørt, hvør hevur sniðgivið Kærleikskúluna, og listafólkið fer at greiða okkum frá, hvat sniðið í ár ímyndar.

Skrá 4. desember 2018 kl. 9.00

Hedvig Johansdóttir, stjóri á Dugna, bjóðar vælkomin.

Aksel Vilhelmson Johannesen, Løgmaður, flytur fram røðu.

Kærleikskúlan 2018 verður almannakunngjørd, og listafólkið fær orðið.

Ása Olsen, stýrisforkvinna í Dugna, handar fyrstu Kærleikskúluna 2018 til eina virðiliga fyrimynd.

Ábit og drekkamuður verða at fáa.

Til ber at ogna sær Kærleikskúluna 2018 henda dagin í Listaskálanum.

Kærleikskúlan er eitt yndisligt listaverk, og ein savnaragripur við einum innihaldi av sonnum virði - kærleika og vinalag. Kærleikskúlan er ein munnblást glaskúla, ið ber brá av kærleika og góðsku. Kúlan er handgjørd og hvørt upplag er avmarkað. Ikki tvær kúlur eru eins, men hvør einstøk kúla er yndislig á sín egna hátt - júst eins og hvørt fólk á jørðini. 

Kærleikskúlan 2018 verður bert seld í eitt avmarkað tíðarskeið - frá 4. desember og til og við 24. desember - í gávubúðum kring landið. Allur vinninvur fer til, at styrkja um arbeiðsførleikar hjá málbólkinum hjá Dugna.

Øll eru hjartaliga vælkomin!

Listasavnið er opið týsdag til sunnudag, frá kl. 13 til 16. Eisini heiligdagar

Upplatingartíðir

Tíðarskeiðið 1. mai - 31. august:
Mánadag - sunnudag kl. 11.00 - 17.00


Tíðarskeiðið 1. sept. - 30. apríl:
Týsdag - sunnudag kl. 13.00 - 16.00
Mánadag ikki opið

Atgongd

Atgongugjald:
- Vaksin: 65 kr.
- Lesandi: 25 kr.
- Bólkar, min.12 vaksin: 50 kr. fólkið
- Limir og børn undir 16 ár: ókeypis.

Bústaður

Listasavn Føroya
Gundadalsvegur 9
P.O. Box 1141
FO-110 Tórshavn
Føroyar
Tel +298 313579
Email info@art.fo
Facebook

Finn veg