Summartónar 2018 - Yggdrasil

Sunnudagin 12. august kl. 16.00.

Aftur í ár eru Summartónar at hoyra um allar Føroyar, og eins og undanfarnu ár hava konsertir verið á Listasavninum. Sunnudagin 12. august kl. 16 verður triðja og seinasta konsertin í Listasavninum á hesum sinni, og hon er við Yggdrasil. Summartónar halda tó fram kring landið til 30. august.

Kristian Blak, tónaskald og pianistur, stovnaði bólkin Yggdrasil í 1981 og hevur somuleiðis skrivað størsta partin av teirra tilfari. Yggdrasil hevur seinasta árið framført í m.a. Sibiria, Argentina, USA, Grønlandi, Íslandi, Týsklandi og Suðurafrika.

Til konsertina á Listasavninum fer bólkurin at framføra part av útgávum teirra Ravnating, Masques og world/jazz verk. Hetta eru verk, ið eisini eru framførd á teirra ferðum kring heimin.

Manningin til konsertina 12. august verður: Kristian Blak (piano), Heðin Ziska Davidsen (guitar) og Bárður Reinert Poulsen (bass).

Konsertin byrjar kl. 16 og atgongumerki á 65 kr. fáast í móttøkuni áðrenn konsertina. Vælkomin til tónar og list á Listasavninum.

Listasavnið er opið mánadag til sunnudag, frá kl. 11 til 17. Eisini heiligdagar

Upplatingartíðir

Tíðarskeiðið 1. mai - 31. august:
Mánadag - sunnudag kl. 11.00 - 17.00

Tíðarskeiðið 1. sept. - 30. apríl:
Týsdag - sunnudag kl. 13.00 - 16.00
Mánadag ikki opið

Atgongd

Atgongugjald:
- Vaksin: 65 kr.
- Lesandi: 25 kr.
- Bólkar, min.12 vaksin: 50 kr. fólkið
- Limir og børn undir 16 ár: ókeypis.

Bústaður

Listasavn Føroya
Gundadalsvegur 9
P.O. Box 1141
FO-110 Tórshavn
Føroyar
Tel +298 313579
Email info@art.fo
Facebook

Finn veg