Samtíðarlist í miðdepil: Hanni Bjartalíð

Fasta framsýningin

Tað er útsýni til samtíðina í einum parti av føstu framsýningini á Listasavni Føroya undir heitinum "Samtíðarlist í miðdepil". Framsýningin verður skift umleið annaðhvønn mánað og vísir føroyska samtíðarlist í alskyns miðlum og stílum. Í løtuni verða listaverk hjá Hanna Bjartalíð sýnd fram: smá, litføgur hús úr endurnýtsluviði og ein røð av myndum málaðar á træ. Komandi framsýningar fara millum annað at vísa list hjá Hansinu Iversen og Guðrið Poulsen.

Um listafólkið:
Málarin og myndahøggarin Hanni Bjartalíð (f. 1968) er ein av gávuríkastu modernaðu føroysku listafólkunum. Hann gongur nýggjar leiðir, og enn meira týðandi er, hvussu hann ger tað. Listin tykist rá og barnslig, bæði málningar og tekningar/grafikkur, umframt húsastandmyndir úr endurnýtsluviði eru sermerkt íkast í føroyska samtíðarlist. Verkini hava í sær søgur um modernaða lívið, tey eru full av poesi og dreymum, men eisini ofta merkt av ómildum skemti.

Opið er týsdag til sunnudag kl. 13-16.
Agongugjald er 65 kr, lesandi 25 kr.
Vælkomin á Listasavn Føroya.

Listasavnið er opið mánadag til sunnudag, frá kl. 11 til 17. Eisini heiligdagar

Upplatingartíðir

Tíðarskeiðið 1. mai - 31. august:
Mánadag - sunnudag kl. 11.00 - 17.00

Tíðarskeiðið 1. sept. - 30. apríl:
Týsdag - sunnudag kl. 13.00 - 16.00
Mánadag ikki opið

Atgongd

Atgongugjald:
- Vaksin: 65 kr.
- Lesandi: 25 kr.
- Bólkar, min.12 vaksin: 50 kr. fólkið
- Limir og børn undir 16 ár: ókeypis.

Bústaður

Listasavn Føroya
Gundadalsvegur 9
P.O. Box 1141
FO-110 Tórshavn
Føroyar
Tel +298 313579
Email info@art.fo
Facebook

Finn veg