Summartónar

Sunnudagin 23. juli kl. 16

23. juli verður konsert við Ingibjørg Hansen (soprano), Ernst Sondum Dalsgarð (tenor) og Ólavi Jakobsen (guitar) á Listasavni Føroya.

Síðsta summar vóru Ingibjørg Hansen, Ernst Sondum Dalsgarð og Ólavur Jakobsen á konsertferð í Føroyum, har tey framførdu í Tórshavn, Sandavági og Mikladali. Undirtøkan til konsertir teirra var stór og undirføgur. Í ár hevur Listasavnið heitt á tey trý um at hava eina framførslu í samband við Summartónar 2017.

Skráin í ár verður ein onnur enn í fjør. Av tí føroyska eru løg eftir Hans Jacob Højgaard og Knút Olsen, sum eru skrivað til yrkingar eftir Mikkjal á Ryggi. Ingibjørg og Ernst hava eisini egin løg við, og enntá verður eitt lag frumframført. Eisini verður kent lag eftir Hanus G. Johansen at hoyra.

Av tí klassiska á skránni kann nevnast Panis Angelicus eftir Franck, tónar eftir Mozart, Thomas Ford, Villa-Lobos, Rossini og sangir úr Napoli.

Alt í alt ein skrá, ið fevnir um gott og gamalt, spildurnýtt og spennandi. Alt hetta er bundið saman við frágreiðingum og løttum inngangum.

Konsertin byrjar kl. 16 og atgongumerki á 65 kr fáast í móttøkuni áðrenn konsertina.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Listasavnið er opið frá kl. 11. Hetta er seinasta høvið at síggja serframsýningina "William Heinesen, Myndlistamaður", ið letur aftur henda dagin.

Opið mánadag - sunnudag kl. 11-17. Eisini heiligdagar

Upplatingartíðir

Tíðarskeiðið 1. mai - 31. august:
Mánadag - sunnudag kl. 11.00 - 17.00

Tíðarskeiðið 1. sept. - 30. apríl:
Týsdag - sunnudag kl. 13.00 - 16.00
Mánadag ikki opið

Atgongd

Atgongugjald:
- Vaksin: 65 kr.
- Lesandi: 25 kr.
- Bólkar, min.12 vaksin: 50 kr. fólkið
- Limir og børn undir 16 ár: ókeypis.

Bústaður

Listasavn Føroya
Gundadalsvegur 9
P.O. Box 1141
FO-110 Tórshavn
Føroyar
Tel +298 313579
Email info@art.fo
Facebook

Finn veg