Summarklárt á Listasavninum

Nýggj verk í føstu framsýningini

Nú er klárt til summarið á Listasavninum. Fleiri nýggj verk eru komin upp at hanga í føstu framsýningini. Millum hesi eru tríggir málningar hjá Anker Mortensen, sum allir hava heitið "Vindurin blæsur hagar hann vil". Eisini eru fimm myndir hjá Díðriki á Skarvanesi komnar aftur frá konservering. Tær eru reinsaðar, viðgjørdar og rammaðar inn av nýggjum. Bert fýra av hesum hava verið sýndar fyrr, og nú er tann fimta eisini at síggja á Listasavninum.


Díðrikur á Skarvanesi, Mánadúgvur, uml. 1830

Hesar myndirnar hanga undir liðini á "Babyboom" hjá Astrid Andreasen eins og tekningum hjá Ruth Smith. Ein stór mynd av Funningi hjá Zachariasi Heinesen hongur í vetrarstovuni saman við tveimum litføgrum verkum eftir Olivur við Neyst og Bent Restorff.

Serframsýningin er við verkum eftir Williami Heinesen

Listasavnið er opið frá kl. 11 til 17
Atgongugjald 65 kr. Lesandi 25 kr

Vælkomin á Listasavn Føroya

Astrid Andreasen, Babyboom, 1997

Opið mánadag - sunnudag kl. 11-17. Rundvísing í framsýningini við William Heinesen 25. juni kl. 16

Upplatingartíðir

Tíðarskeiðið 1. mai - 31. august:
Mánadag - sunnudag kl. 11.00 - 17.00

Tíðarskeiðið 1. sept. - 30. apríl:
Týsdag - sunnudag kl. 13.00 - 16.00
Mánadag ikki opið

Atgongd

Atgongugjald:
- Vaksin: 65 kr.
- Lesandi: 25 kr.
- Bólkar, min.12 vaksin: 50 kr. fólkið
- Limir og børn undir 16 ár: ókeypis.

Bústaður

Listasavn Føroya
Gundadalsvegur 9
P.O. Box 1141
FO-110 Tórshavn
Føroyar
Tel +298 313579
Email info@art.fo
Facebook

Finn veg