Nýfingið verk

Thomas Arge, Í Reyninum, 1974

Nýggjasta keypið á Listasavni Føroya er ein málningur frá 1974 eftir Thomas Arge við heitinum Í Reyninum.

Úr bókini Evnð í litinum, sum Listasavn Føroya gav út í sambandi við framsýning í 2015, skrivar savnsstjóri Nils Ohrt hetta um náttúrulýsingarnar hjá Thomasi Arge:
"Yvirskipað er tað tann grýtuti hagin sunnanvert í Føroyum, sum við sínum harðbalna veldi er myndevnið í listini hjá Thomasi Arge; tað veri seg grýtutu lendini, teir moyrnaðu hamrarnir og gjáirnar við heyggjum av urðargróti, rivurnar í berginum og røkurnar við fugli á rað, hvítar av fuglaskræpu, fjallaknúkar brýndir rundir av rørslunum í ístíðini ella klettastrondini bard av brimi.
Við sínum fjallaheimi kemur Thomas Arge við einum nýggjum myndevni í føroyskan landslagsmálning, sum higartil hevði lagt dent á bygdina og tey smáu húsini, sum trunkast saman um túnið við fjørðin undir fjallinum og útsýnið til blikalogn. (...) Mótsett hesum umboðar tann grýtuti hagin hjá Thomasi Arge ikki bara eina órørda, men eisini menniskjafíggindaliga karga náttúru við sínum harða, berliga og illgongda skapi."

Til ber at síggja nýfingna verkið í føstu framsýningini á Listasavninum.


Thomas Arge, Í Reyninum, 1974. Olja á lørift, 102 x 150 cm

Opið kl. 13-16, eisini um páskirnar

Upplatingartíðir

Tíðarskeiðið 1. mai - 31. august:
Mánadag - sunnudag kl. 11.00 - 17.00


Tíðarskeiðið 1. sept. - 30. apríl:
Týsdag - sunnudag kl. 13.00 - 16.00
Mánadag ikki opið

Atgongd

Atgongugjald:
- Vaksin: 65 kr.
- Lesandi: 25 kr.
- Bólkar, min.12 vaksin: 50 kr. fólkið
- Limir og børn undir 16 ár: ókeypis.

Bústaður

Listasavn Føroya
Gundadalsvegur 9
P.O. Box 1141
FO-110 Tórshavn
Føroyar
Tel +298 313579
Email info@art.fo
Facebook

Finn veg